Lýsing

Hevur kommunala umsitingin fingið munnkurv?

Nú vit um eina viku fáa staðfest hvussu ein nýgg býráðssamgonga verður skipað, verður næsta stig at fáa snikkað saman eitt samgonguskjal.

Spurningurin verður um vit famhaldandi koma at verða vitni til somu leið, ella um tað kann væntast at ein nýggj kós verður sett.

Líka mikið um talan verður um broyting ella ikki, ja so verður væntandi ikki stórvegis broytingar í umsitingarliga arbeiðinum hjá starvsfólkunum í kommununi. Tórshavnar kommuna hevur ein kompetentan skarða av starvsfólkum frá stjórum og líka út til vanliga tímalønta arbeiðsmannin. Men tað kann stundum tykjast, sum politiska valdið hevur lyndi at gloyma virðisorðini, sum leiðslan í umsitingini á sinni setti á breddan. Hesi vóru “virðing, trivnaður og menning!” Samstundis sum krøvini til eina vælvirkandi umsiting gerast størri, skulu atlit takast til tann fyrisitingarliga partin. Umframt at hava notatskyldu, hava starvsfólk eisini skyldu at geva innlit.

Tað at veita borgarum innlit í ymisk mál, er tíðarkrevjandi, men neyðugt. Og tað er tungt at fáa veitt borgarum neyðuga innlit til ásettu tíðarfreist, tá ið fyrisitingarligu mannagongdirnar eru ógreiðar.

Men hvussu var tað nú við hasi fráboðanarskylduni, um okkurt óreglusemi er í eygsjón. Hevur eitt starvsfólk ikki rætt til at kunna úttala seg ?

Í MA-ritgerð í løgfrøði hjá Brian Sjúrðason frá februar 2016 um talufrælsi teirra í almennum starvi viðgerð høvundurin rættarstøðuna hjá alment løntum starvsfólki í Føroyum. Tað er eingin loyna, at starvsfólk ikki føla seg so trygg at kunna úttala seg, tí tað altíð kann verða ein juridiskur tulkingarspurningur, um man er farin ov langt ella ikki. Og tulkingarrætturin kann koma til ymsar niðurstøður, alt eftir um man spyr leiðsluna ella starvsfólkið á avvarðandi stovni.

Samanumtøkan av ritgerðini staðfestur m.a at ‘….rættarstøðan í Føroyum kann sigast at samsvara við donsku rættarstøðuna. Ilt er at koma fram til eina einfalda og greiða niðurstøðu viðvíkjandi talufrælsinum hjá teimum alment settu. Skrivaðu rættarreglurnar eru fáar, og somuleiðis eru fáir dómar sagdir, sum nema evnið……’

Hóast samfelagið er lítið, eri eg av teirri áskoðan, at ein ’whistleblower-skipan’ eigur at verða sett í verk beinavegin. Hetta sum liður í einum meiri opnum samskifti í umsitingini og millum kommunur, borgarar og politikarar.

Eg vil hava, at øll starvsfólk kunnu hava møguleika at gera vart við seg, um so er, at tey varnast óreglusemi á teirra arbeiðsplássi.

Tíðin er komin at munnkurvin verður tikin burtur.

Boði Haraldson – valevnið fyri Tjóðveldið

 

Boði Haraldson

Deil hesa grein umvegis
468 ad