Lýsing

Framskygdar íløgur og samstarv við vinnulívið

Í farnu setu havi eg umsitið Havna- og Vinnumál. Fyrsta stig var at raðfesta størri og smærri mál. Politiski viljin, umsiting og havnamyndugleiki vóru samd um at leggja seg eftir at arbeiða á trimum høvuðsøkjum: Nýggja havnaskrivstovu, nýggjar bátabrúgvar á vágni og Norðhavnini. Vit hava verið virkin á øllum trimum økjum.

Nýggjar bátabrúgvar á vágni verða nú veruleiki. Settar eru 6 milliónir av til bátabrúgvar í ár, so nýggjar brúgvar verða keyptar í næstum. Verkætlanin er útbygd til ein depil, sum eisini setir trivnaðin í fokus. Tað leingi ætlaða sølutorgið og økið á landi til smábátar, svimjing o.a. fer at bjóða klaksvíkingum enn eitt nýtt tilboð. Væntandi seta vit somu upphædd av til komandi ár, so depilin kann gerast veruleiki. Men tað krevur eisini vilja frá komandi býráð at fremja hesa verkætlan.

Í Norðhavninier arbeitt við at fáa økið gjørt liðugt. Og tað arbeiðið er framt, umframt at asfalterað er umafturá norðara endanum, tí tað arbeiðið varð ongantíð asfalterað í fulla hædd. Harumframt er eitt sindur fylt norðureftir, og arbeitt hevur verið við at gera eina ætlan, so størri skip kunnu leggja at, meðan vit arbeiða við at fáa fylt út norður í móti landinum.

Nýggj havnaskrivstova skal liggja á vestara armi eftir ynski frá havnamyndugleikunum. Nógv hevur verið lagt fyri, so ætlanin hjá Føroyagrunninum um savn á landi saman við bátinum Helenu kundu ganga inn í eina verkætlan á havnalagnum. Eydnast tað, so fæst nýggj havnaskrivstov og bátasavn í einum, og samstarv um størri og betri umstøður. Vit arbeiða við málinum saman við Føroyagrunninum um hesa sera spennandi verkætlan.

Størri og smærri verkætlanir
Fortreytin fyri øllum virksemi á vinnuøkinum hevur verið, at avkastið av vinnuøkinum skuldi fella aftur á økið. Hetta hevur havt økta avseting við sær, hóast vit ikki hava havt rúmd fyri teimum allarstørstu íløgunum hesa setuna. Tá valskeiðið er runnið, eru 22 milliónir farnar til størri og smærri íløgur á Havna- og vinnuøkinum. Størsta partin eigur maritimi depilin á Varpinum við bátabrúgvum og sølutorgi. Vit hava longt bryggjuna í millum KSS og Kósina, gera akfarsskráa í Svínoy saman við landinum, og Norðhavnin hevur sum nevnt fingið nógv betri umstøður. Nýggjar og betri el-veitingingar við bátabrúgvarnar á vágni og á Borðoyavík er gjørdar til bátar og skip, vit hava keypt keiøkið aftur frá Bakkafrost á vestaraarmi, hava útvegað nýggju alistøðini á Strond byggiumstøður, gera nýggjar neystagrundir í Árnafirði, eru í holt við nýggj vinnuøkir á Borðoyavík, stuðla Kunningarstovuni at menna seg o.m.a. Og eftir at hava flutt vinnuøkið úr grótbrotinum á Strond og niðan á Borðoyavík, so er sølan av sandi og skervi aftur farin at virka.

Vit hava gjørt okkum ómak at samstarva væl við vinnuna og at hava gott og støðugt samskifti. Saman við Vinnulívsráðnum hava vit havt høvi at komið út á fyritøkur í Klaksvík og hava bjóðað vinnulívinum á gátt í kommununi. Tað hevur givið okkum høvi at hitst, at fingið forstáilsi fyri viðurskiftunum og at skapt loysnir. Seinast fýra árini hava fleiri nýggj og verandi vinnuvirki fingið innivist ella staðseting, og í dag bíðar ongin eftir øki.

Vinnupolitikkur nú orðaður
Býurin skal ganga undan at fremja vinnu og skal vera leiðandi, tá umræður at fáa gongd á búskaparligan vøkstur í lokalsamfelagnum. Nýtt álit um vinnupolitikk er nú handað kommununi. Tað er David Im, ið hevur hevur staðið fyri hesum, og hann hevur saman við vinnuni og teirra tørvi nú í eina tíð kannað viðurskiftini og lýst tørvin. Og nú er klárt at fara til politiska viðgerð við hesum megnararbeiði. Hann mælir til upp aftur tættari samstarv við vinnuna og ein vinnusamskipara, ið kann arbeiða saman við báðum pørtum. Tey, sum reka eina fyritøku, eins og tey, sum byrja eina fyritøku, eiga at kunna gera hetta við so lítlum hóvastáki sum møguligt og við góðum stuðli frá Klaksvíkar kommunu, góðari marknaðarførslu og í góðum samstarvi við mentanralívið. Samstarvið í millum tað almenna og tað privata skal økjast og skal eggja til nýhugsan og nýggjar møguleikar. Á Havna og Vinnunevndarfundinum seinasta umfar varð samtykt at arbeiða við hesum.

Norðhavnin, nýtt ídnaðarøki, grótframleiðslan, nýggir vinnumøguleikar eru bert nakrar av loysnunum, ið standa fyri durum. Við tínari atkvøðu koma vit upp aftur longri at tryggja skynsamar og framskygdar ætlanir og loysnir fyri vinnuøkið.

Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad