Lýsing

Tænastan til tey eldru kann betrast

 

Tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, var øllum greitt, at hetta fór at vera ein stór avbjóðing fyri tær flestu kommunurnar. Í Klaksvík kommunu hava vit roynt at lyfta uppgávuna við góðum úrsliti, tí nógv er hent í Klaksvík á hesum økinum, og tænastan er á góðari leið.

 

Klaksvíkar kommuna hevur tikið nøkur stór tøk á hesum økinum, har vit millum annað hava bygt Heimið við Vágna til stóra gleði fyri okkara eldru brúkarar. Heimið kostaði 55 milliónir krónur tilsamans, og tað er ein stór íløga fyri okkara kommunu, og tað vísir, at sitandi samgonga hevur raðfest tey eldru høgt.

 

Eingin ivi er um, at eldraøkið liggur væl hjá kommununum, og Klaksvíkar kommuna eigur at vera í fremstu røð at veita teimum eldru ein virðiligan aldurdóm. Tó er okkurt, ið vit kunnu bøta um.

Vit eiga at arbeiða fyri, at teir brúkarar, ið hava demens, eiga at fáa eitt betri tilboð. Hetta kann gerast soleiðis, at brúkarar við demens búgva saman og harvið fáa eina betri tænastu frá starvsfólkunum. Hinvegin eiga tey fólk, ið annars eru frísk og ferðug, at búgva saman. Harvið kunnu vit betra tænastuna til allar brúkarar.

 

Eisini eigur komandi kommunustýri at virka fyri, at dagtilhaldið fær síni egnu høli í býnum, soleiðis at hetta tilboðið kann betrast enn meira. Eg haldi ikki, at tað er nøktandi at dagtilhaldið heldur til á heiminum við Vágna. Heldur átti tað at fingið egin tíðarhóskandi høli. Dagtilhaldið er eitt týðandi tilboð í býnum og eigur at betrast.

 

Harumframt eigur kommunan altíð at tryggja, at normeringin av starvsfólkum er hóskandi, og at tað fyribyrgjandi virksemi hjá kommununi hevur røttu raðfesting. Tað hevur stóran týdning, at dagtilhald og onnur tilboð til tey eldru verða raðfest og tryggjað verður eitt nøktandi tilboð.

 

Jacqueline Gardar, valevnið hjá Tjóðveldi til Klaksvíkar býráð

 

Jacqueline Gardar

Deil hesa grein umvegis
468 ad