Lýsing

Tjóðveldi vil eina ríka framtíð

 

 

Hvørki í Klaksvíkar býráð ella í Løgtinginum hevur Tjóðveldi nakra ætlan um at taka 15 milliónir krónur frá Klaksvíkar Kommunu fyri at brúka tær til íløgur í miðstaðarøkinum, soleiðis sum fólkafloksvalevnið Hallstein E. Jacobsen førir fram í einari serstakliga ósakligari valgrein í Norðlýsinum.

Tað er beinleiðis lygn, tað hann skrivar um hetta, og ræðumyndin, hann annars teknar, er tikin úr leysum lofti.

Hallstein E. Jacobsen letst vita, júst hvørjar ætlanir fiskimálaráðharrin hevur, og út frá greinini kann ein fáa ta fatan, at fiskivinnunýskipanin longu er leys og liðug og bara bíðar eftir at verða sett í verk.

Í fyrsta lagi, so eru uppboðssølu-modellini partur av einum tilmæli, sum fiskimálaráðharrin hevur bílagt at brúka sum grundarlag undir samráðingunum um eina fiskivinnunýskipan. Hesar samráðingar eru júst byrjaðar, og ongin kennir úrslitið. Men talan verður um at røkka einari breiðari semju, so tað er ikki so, at fiskimálaráðharrin einsamallur ætlar at diktera, hvussu okkara fiskivinna skal skrúvast saman fram eftir. Greinin hjá Hallstein E. Jacobsen gevur annars ta fatan, at Høgni Hoydal sum ein annar einaræðisráðharri fer ar seta eina uppboðssøluskipan í verk eftir egnum høvdi.

Tað hevur hann hvørki heimild til ella ætlanir um – so mikið kenni eg mannin.

Í øðrum lagi, so er ætlanin við fiskivinnunýskipanini júst tað øvugta av tí, sum Hallstein E. Jacobsen reksar upp.

Fiskivinnunýskipanin skal tryggja økta virðisøking og virksemi kring alt landið – og sanniliga eisini í Klaksvík. Soleiðis verður tað.

Hallstein E. Jacobsen ger skattaútrokningar við støði í ávikavist okkara ítøkiligu skattalóggávu og einari fullkomiliga óítøkiligari illgiting um, hvat Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ætla við okkara fiskivinnu. Úrslitið er sjálvsagt óbrúkiligt.

Skuldi fiskivinnunýskipanin, tá hon einaferð er liðugt, broytt upp á skattagrundarlagi í Klaksvíkar Kommunu ella aðrastaðir, so verður hædd tikin fyri hesum við øðrum átøkum. Ongin skal missa nakað av hesum, tvørturímóti.

Eg vænti avgjørt eisini, at veljararnir í Klaksvíkar Kommunu eru so mikið at sær komnir, at teir ikki lata seg ræða av illgitingum.

Um vit fáa eina fiskivinnunýskipan, sum er nøkulunda í samsvari við grundvirði Tjóðveldis, so verður úrslitið, at Klaksvíkar Kommuna fer at hava meira pening at gera íløgur við og meira pening til at taka okkum av okkara eldru og okkara børnum.

Og Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð fer sjálvsagt sum altíð at stríðast fyri øktari vælferð, betri trivnaði og vaksandi framburði í kommununi.

 

Óluva Klettskarð

valevni, Tjóðveldi

 

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad