Lýsing

Eldrarøktin í Norðoyggjum hevur rós uppiborðið

 

Sum avvarðandi, tey seinastu árini, eri eg regluliga á gátt í einum av okkara eldrastovnum í býnum. Eg kenni meg altíð vælkoman, og starvsfólkini eru blíð og fyrikomandi, hóast tey hava nógv at gera.

Eg eri sjálvur vaksin upp við, at omma búði heima hjá okkum. Tað bar til, tí mamma var heimagangandi og kundi verða um ommu. Henda støða er fyri stóran part óhugsandi í dag, tí samfelagið krevur, at húsarhald hava tvær inntøkur fyri at svara hvørjum sítt. Seinni, tá omma gjørdist røktarkrevjandi, flutti hon, sum fyrsta búfólki inn á Norðoya Røktarheim og hetta var ein stór hjálp fyri tey avvarðandi og ommu sjálva.

Eldraøkið hevur fingið nógva umtalu, síðani tað var lagt út til kommunurnar, og serliga hevur fokusið verið á tær meira neiligu støðurnar. Sá nú ein dagin, at 100 fólk standa á bíðilista til eldrastovn í Norðoyggjum, og tað er sjálvandi ein trupul støða hjá teimum, ið hava henda tørv og teirra avvarðandi. Samstundis vísa kanningar, at tey allarflestu eldru ynskja at búgva heima sum longst. Kann tað hugsast, at orsøkin til langa bíðilistan er, at okkara eldru borgarir ikki fáa ta hjálp teimum tørvar heima við hús? Og at avvarðandi tískil eru ovbyrjað og ikki kenna seg at strekkja til? Um so er, mugu tiltøk setast í verk sum skjótast. Heimatænastan má raðfestast hægri, so uppgávan kann verða lyft upp á eitt virðiligt støði.

Um lív og heilsa er til tess, blíva vit helst gomul og skal hetta ikki verða ein tíð, sum vit skulu stúra fyri, hvørki tey eldru sjálvi ella teirra avvarðandi.

Sum nevnt er ynski hjá okkara eldru borgarum aloftast at búgva heima sum longst, og tað skulu tey sjálvsagt hava møguleika til. Men kemur tað hartil, at fólk ikki kenna seg trygg ella ikki eru før fyri at verða heima meira, skal tilboð um røktarheimspláss standa teimum í boði.

Man kan ikki skera øll tey eldru yvir ein kamb, tað eru eisini tey, sum eru virkin og hava góðar førleikar. Var og vitjaði í Dagtilhaldinum (Heimið við Vágna) og kom tað týðilig fram eitt tey ynsktu eini hús sentralt í býnum, har tey kunnu hittast og virka saman. Eg haldi hetta er eitt gott hugskot.

Eg vil arbeiða fyri, at skipanin verður tillagað tørvinum, sum eg havi nevnt her. Samstundis vil eg bera eina tøkk til tykkara, sum starvast innan hetta øki. Tit gera eitt megnar arbeiði!!

 

Karl Marius Poulsen

Valevni fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar kommunu

 

Karl Marius Poulsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad