Lýsing

Hvussu kann eg hjálpa borgarinum í Klaksvík?

Eg havi búð í Klaksvík nú í 3 ár, og í hesið tíð havi eg uppliva mangt og hvat, og sæð hvussu henda mentanin er ørvísið í mun til hvat eg livdi í áðrenn eg kom til Føroyar. Eg eri fødd og uppvaksin í Argentin, hettar eru 2 lond har ið himmal munur er á stórt sæð øllum, alt fra privatum fyritøkum og til ferðavinnu.

Síðan eg flutti til klaksvíkar havi eg havt samband við óteljandi ferðafólk frá øllum heimsins londum, og ja tað er positivt, eg havi ongan hitt enn ið ikki helt tað vera fantastiska flott her og tey flestu ynskja at koma aftur.

Ígjøgnum áratíggjur hava vit sæð hvussu ferðavinnan hevur vunnið seg framm í grannalondum okkara, og ja, her eisini, men ikki í somu ferð. Tað eru nógv ting ið kunnu gerðast fyri at fáa ferð á og at fáa tey ferðandi at koma aftur.

Ferðavinnan er blivin ein stór vinna runt allan heim og kastar eina óhugnaliga stóra rúgvi av peningið av sær, og at ikki at gera sær dalt av hesum vildi veri býtt, og tað eru fleiri háttir at gera hettar uppá, eitt nú at útbyggja okkara kunningarstovu og fáa eina hóskandi avtalu í lag við allar kommunurnar her í norðoyggjum so at ferðafólkið far alla neyðuga kunning um allar hentleikar ið kunnu fáa nyttu av.

Veri eg vald inn verður raðfestingin av ferðavinnuni munandi hægri.

 

Fólkið í føroyum er sera gávuríkt bæði innan list, mentan, hondverk og mangt annað og hettar verður brúkt nógv, men eg haldi at tað verður ikki brúkt rætt, Klaksvíkin manglar eitt listar og mentarnar hús har ið fólkið fær møguleika at frammvísa sína list, har ið møguleiki er at skapa list á staðinum, eitt tílíkt mentarnar hús hevði sjálvsagt skulla havt møguleikan at veri nýtt til fleiri endamál, eitt nú kundi tað veri eitt dansistað, biografur, konserthøll, veitsluhølið o.a.
Ja vit hava hølir í býinum ið vera brúkt til tílík endamál men eru ikki tíðarhøskandi, vit vita eisini um ymisk ítriv ið ongan góðan eiga og standa uttan høliðir, hettar hevði veri ein megnar møguleikið at hjálpt so nógvum sum gjørligt uppá ein geng.

Tosa hevur veri nógv um at gera posthúsið til eitt mentarnarhús tá ið posta flytur út, tað í sær sjálvum er gott og tað liggur í hjartanum í Klaksvíkuni. Vit mugu ikki gloyma at tað eru summi frítíðarfeløg ið ongan góðan eiga, eitt nú sjónleikara felagið manglar tíðarhóskandi høli, tey hava fingið lova betur kor í langa tíð men onki hendur her. Tað er jú eisini tosa at tey skulu savnast í post húsiðnum eftir posta er frai út har frá, Um so er at postahúsið verður brúkt til eitt tílíkt hølið er neyðugt at raðfesta tað rætt so at tað gagnast øllum, so har mugu gerast týðandi umbyggingar.

 

Klaksvíkin er besta stað í Føroyum og tað skal tað sjálvandi halda á við at vera. Veri eg vald inn skal eg gera alt fyri at halda fast í hesum.

Valevni á lista #E

Veronica Ruth Zapata

BA í list, snið og samskifti

Veronica Ruth Zapata

Deil hesa grein umvegis
468 ad