Lýsing

Ein Fountain House loysn til Klaksvíkar

Klaksvíkar kommuna –  vit skulu gera ein ring um øll

Nú hoyra vit ofta, at tað eru ungfólk ella rættari sagt tann aldursbólkurin, sum er vaksandi her heima við ymsum heilsuávum, so sum sinnisligum og sosialum forðingum. Eg haldi, at vit kundu gjørt eina loysn saman við økispsykatriini, har kommunan varð ein luttakandi leikari.

Skilt soleiðis, at ein hølis loysn bleiv sett í lag, har fólk við ymiskum forðingum kundu komið inn til eitt prát ella stytta dagin hjá sær, og møguliga hitta onnur sum hava sama trupulleika.
Hetta kundi eisini verði ein loysn, sum gjørdi at onkur av borgarunum, sum møguliga mugu suður til Havnar til ymiskir terapi bólkar so sum kogntivar viðgerðir til angist og ymiskt annað innan sinnis órógv.

Klaksvíkar Kommuna skal verða ein kommuna, sum er fremst á flestu økjum og hetta kundi lyft okkara kommunu upp eitt stig hægri og kanska fólk, við somu trupulleikum høvdu flutt til Klaksvíkar Kommunu tí tey høvdu trívst og sæð í eyguni, at hetta var eitt pláss fyri øll menniskju.

Vit ynskja eisini, at síðani hetta er eitt vaksandi økið innanfyri heilsuverkið og, at borgarar við hesum órógvi blíva bara yngri.

So tað er nú, at tað er tíð uppá at taka tann trupulleikan, heldur enn til seinast tá ið tað er liðið so langt.

Klaksvíkar Kommuna skal verða eitt stað fyri øll!

#Vittryggjakósini

Jóan Magnus Magnusson

Jóan Magnus Magnusson

Deil hesa grein umvegis
468 ad