Lýsing

Bretar fingu Brexit, og føroyingar fingu Fixit – Røða á 14. sept. haldinum í Hovi 14. sept. 2016

Stórar og sterka rembingar fara fram í okkara parti av heiminum í hesum døgum, og tá serliga í einum av grannalondum okkara, Stóra Bretlandi.

 

Har var fólkaatkvøða fyri stuttum(23.06.2016). Ein fólkaatkvøða, sum í stóran mun kann samanberast við føroysku fólkaatkvøðuna fyri sjeyti árum síðan.

 

Í báðum londum reið úrslitið um snarið, og felags fyri báðar var, at loysingin frá tí verandi varð samtykt.

 

Í Bretlandi vóru 51,9% fyri loysing úr EU, meðan 48,1% vóru fyri sambandi, og í Føroyum vóru 50,7% fyri loysing, meðan 49,3% vóru fyri sambandið.

 

Bæði bretar og føroyingar svaraðu púra greitt settum spurningum frá stjórnarvaldinum, men ymiskt var, hvussu fólksins vilji varð virdur.

 

Her hjá okkum hopaðu stigtakararnir eftir hæli, tá ið upptalt varð og sendu eitt skarpt løtt herskip eftir sínum egna fólki, tí at tað hevði verið so framligt at siga sína erligu meining um settan spurning.

 

Síðani stongdu teir løgtingið, og síðani rendu teir tingmanningina til hús.

 

Føroyingar vóru riknir til húsa heim av somu monnum, sum høvdu hildið teimum til í einum áralongum atkvøðurúsi, men sum við bivandi hjarta lupu frá, tá ið upptalt varð.

 

Bretar kundu eisini fingið eina føroyska loysn, um eitt herskip frá Royal Navy kom siglandi fram við  áarbakkunum á Themsen ánni við løddum kanónum peiggjandi móti the House of Commons and House of Lords, men so var sjálvandi ikki. Bretar eru eitt mentað og framkomið fólk.

 

Í Bretlandi fekk fólki eina fólkaræðisliga loysn, og í Føroyum fingu vit eina danska loysn.

 

Hendan sjeyti ára gamla føroyska fólkaatkvøðan – tann einasta av einum tveyhundrað fólkaatkvøðum í Evropa – varð traðkað undir føti  “av danskari makt aleina,”  og føroyski fólkaviljin varð sópaður aftur um hurðarbak.

 

Har bretar fingu Brexit, (British Exit) fingu føroyingar Fixit, og víðari gongdina her heima á landi kenna vit so eisini.

 

Stockhólmssyndromið, har gíslin at enda elskar gíslatakaran, rakti føroyingin, sum síðan er sokkin niður í eitt politiskt meiningsloysi, sum er ókent í tí fólkaræðisliga heiminum annars.

 

Av sjálvum tingsins røðarapalli er varpað út, at: “føroyingurin skal ikki klára seg sjálvan, tað er tí hann hevur hetta sambandið.”

 

Føroyingurin SKAL also hava tann vilja, at hann kann ikki klára seg sjálvan, er sjálvur mergurin í einum parti av føroysku fólkasálini.

 

Tíbetur eru ikki allir føroyingar samdir um hesa neyðarsligu støðu, og tíbetur er spurningurin um einar sjálvstýrandi, leysar og frælsar Føroyar enn fremst á skrá hjá nógvum føroyingum.

 

Fólk kendu seg heimleys í øðrum flokkum, sum náttúrliga áttu at vart borg, tá á stóð, men sum við ymsum lótum lógu eftiri á, tá tøk skuldu takast.

 

Okkara flokkur, Tjóðveldisflokkurin, reis so sum fuglurin Fønix úr rúkandi toftunum eftir svikagerðina fyri sjeyti árum síðan.

 

“Tó ert tú enn av svikum rakt,

tann dagur koma man,

tá tað, ið tær í barm var lagt

og gjøgnum øldir brann,

skal smildra berg og sora fjøll

og tváa hold og húð

og vísa, mangir eru trøll,

ið bóru mannaskrúð.”

– so segði H.A.Djurhuus, 1917

(- tá tingmenn heittu á bretsku stjórnina  um at geva føroyskum skipum fría farleið til Íslands eftir neyðsynjarvørum)

 

Fólkaatkvøðan 14. sept. 1946

Nú sjeyti ár eru liðin, síðan føroyingar valdu sær aðra parlamentariska tilveru enn hana, ið teir hava liva undir hesi somu sjeyti ár, er rímiligt at støðga á og slota aftur í tíðina, sum farin er.

Lat tað standa rimmar fast, at tað vóru sambandsflokkarnir í Føroyum, sum saman við dønum so fegnir vildu hava hesa fólkaatkvøðu.
Teir vildu sláa fast, hvør føroyski fólkaviljin var, og tað fingu teir so eisini at vita hendan leygardagin, 14. sept 1946, tá sólin skein oman og niðan.

 

Hendan fagra heystaradagin, tá ið teir hopaðu undan úrslitinum, tá ið seðlarnir komu út.

 

Heilt afturi í septembur 1930 varð rakað í eiminum og løgur settur út á til tað endaliga sambandið – eitt slag av politiskari “endløsung,”  – tá danski forsætisráðharrin, Torvald Stauning (1873-1942), var og vitjaði í Føroyum.

 

Meðan Torvald gekk í Trungisvági í 1930 var fyrsta føroyska Merkið longu vundið á stong sunnan fyri Oyrnafjall  tíggju ár frammanundan. (22. juni 1919).

 

Kravið av Tingvøllum, um at strika klútin, føroyska flaggið, varð so aftur sett fram her á landi, landi Merkisins.

 

Føroyingar skuldu brúka Dannebrog og strika Merkið. Alt annað var at spotta og niðurgera ríkisflaggið, og tílík “nationale eventyr” sum Torvald kallaði ætlanir føroyinga, fóru føroyingar onga gleði at fáa av, segði hann.

Nei, latum okkum heldur fáa føroyingar sjálvar at lima seg inn undir donsku grundlógina og inn í Danmarkar ríki, og avsiga loysingina, segði sami maður, tá ið hann tosaði fyri eini fólkaatkvøðu, har tað endaliga var sligið fast, hvør vilji føroyinga var.

 

Men – Føroyingar hava so framvegis ikki enn havt tann vilja at lima seg inn undir donsku grundlógina, og takk fái Gud fyri tað.

Og hvat hendi so nøkur fá ár seinni, tá kríggið brast á. Sami maður, sum noktaði føroyingum sítt egna Merkið av “nationalistiskum orsøkum” sum hann málbar seg, bjóðaði týskinum vælkomnum til Danmarkar og tosaði um samstarv og gestablídni.

 

Í dag reka vit framvegis sum tongul í brimi, nú sterkar rembingar hava tikið seg upp í okkara heimsparti og í næstu grannalondum okkara.

 

Hvussu alt endar, vita vit ikki, men havandi í huga handislboykottið hjá danska ríkjafelagsskapinum, EU, móti Føroyum herfyri, so er tað alt, ið bendir á, at tá tað kemur til skarpskeringar, so er tað hvør tjóðin sær, sum mest hugsar um seg og síni.

 

Stórsta tjakevni, ið uppi er í okkara tíð í Evropa, er spurningurin um landamørkini, og hvussu tey verða vard. Bretland var tað fyrsta landið, har fólkið tók málið í egnar hendur, og vísti á gongdar leiðir í teirra føri.

 

Merkið

Hvussu við okkara marki, og hvør vísir Merkið Føroya í dagsins Føroyum, spyrja vit ein dag sum í dag.

 

Av tí at danska flaggið ikki kundi brúkast av føroyingum, hvørki á sjógvi ella landi, var ein stórhendingin 25. apríl 1940, tá bretska hersetingarvaldið boðaði frá fyrstu millumtjóða viðurkenningini av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki, og síðan tá hevur hesin dagur verið hildin hátt í metum her á landi.

 

Vit fingu síðan eina heimastýrislóg, har tað stendur “der erkendes et særligt færøsk flag.” – eitt flagg sum er so serligt, at tað kann ikki ballast um herðarnar á olympiskum føroyskum kempum.

 

Tilvildin valdar, og ikki er hon tespilig. Nú hendan dagin skipaðu danir fyri einum føroyskum tjóðardagi í Danmark, har teir stútaðu nøkur piratfløgg út undan kopartaktu gluggunum á Børsen og øðrum ríkisborgum við hovið í sjálvum metropolinum.

 

Hendan dagin skuldu føroyingar eiga sum teirra tjóðardag, varð sagt av evstu rók, og betri gjørdist søgan ikki, tá hesin nýggi føroyski tjóðardagurin skuldi kallast upp eftir Ólavi tí Heilaga, sum eftir tí, ið norskir søgufrøðingar siga, telist millum stórstu yvirgangskroppar í síni tíð.

 

Sjálvandi lótu føroyingar hetta barnsliga tvassið hjá dønum við sjórænarum og sjórænarafløggum fara aftur við borðinum í pínligari tøgn.

 

Søgan um Merkið er sjálvandi ein partur av fólkaatkvøðuni í 1946.

Hóast kríggj var brostið á, so hildu føroyingar flestir, at Merkið var eitt ljós í myrkrinum, og sópaðu andróðurin, sum altíð hevur verið móti øllum tí, ið føroyskt er, burtur.

 

Tá kríggið var av áttu føroyingar 2,8 mió sterlingpund, ella 63 mió.kr. í Onglandi, sum teir høvdu vunnið sær við vandasigling undir krígnum, og svaraði hetta til áleið 22 árligar landskassainntøkur tá í tíðini.

Roknað vit árligu inntøkur landskassans í dag til 5 mia. kr., og falda vit hetta tal við 22, so svaraði føroyska ognin í Bretlandi eftir krígslok til 110 mia. nútíðar kr.

 

Og tað var ikki hissini ogn í reiðum peningi vunnin yvir 5 ár uttan danskan blokk.

 

Eftir kríggið

Eftir kríggið skuldi so roynast aftur á øðrum sinni at fáa føroyingar inn undir donsku grundlógina við eini fólkaatkvøðu.

 

Nú skuldi bera ella bresta, men longu áðrenn árið 1945 var úti, var uppskotið lagt fram,  – og tað fall.

Síðan varð stevnt fram ímóti fólkaatkvøðuni 1946.

 

Sama uppskriftin, sum flokkar flestu brúktu tá, síggja vit eisini í dag, har gamalt, nýtt og radikalt sjálvstýri prýða politisku matarleparnar einans fyri at glúpa so nógvar sjálvstýrisatkvøður í posan sum gjørligt.

Forsætisráðharrin fekk eitt álit frá Alf Ross, professara, um munin millum vegleiðandi og avgerandi fólkaatkvøður.

Niðurstøðan hjá Alf Ross undan fólkaatkvøðuni var, at tað var høpisleyst at tosa um vegleiðandi fólkaatkvøður, tí tá fólkið hevði talað, so var avgerðin tikin.
Danski forsætisráðharrin hevði sostatt sett seg inn í málið og var fullvitandi um, at fólkaatkvøðan í Føroyum var ein bindandi atkvøða.

Undan valinum talaðu hvørki forsætisráðharrin ella sambandsvongurin á tingi eitt orð um, hvussu úrslitið av fólkaatkvøðuni skuldi tulkast. Teir vóru jú sannførdir um, at teir fóru at fáa meirilutan.

Men – tá dimmið lætti, og rak támið úr bø og haga, av hamri og tindi, úr dali og strond, tá raknaði við alt morgumljóðið, sum burturi varð, tá fólkið svav so søtan.

 

Tástani skulvu hamrarnir, tástani lupu fossarnir, tástani gelti bergmálið um teigar og tún, at føroyingurin vildi vera harri í egnum landi.

 

Fýrahundrað ára drúgva náttin, varð í Noregi kend sum danskaratíðin, ið fevndi um tey 434 árini, Noregi lá saman við Danmark.

 

Henrik Ibsen segði í Per Gynt um Noregis menn, tá ið teir umsíðir valdu at standa á egnum beinum: “Firehundred årig natten ruged over apekatten.”

 

Endiliga høvdu føroyingar tikið somu støðu – trýstir av dønum og føroyskum sambandsmonnum.

Fólkaatkvøðan 14. sept. 1946
Tvinnir vóru kostirnir, og teir vóru púra greiðir:
I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
Loysingin fekk 50,7% av teimum gyldugu atkvøðunum, og stjórnaruppskotið fekk 49,3%.

5.660 atkvøður vóru fyri loysing, og 5.499 fyri sambandi. 161 atkvøður fleiri fyri loysing enn sambandið.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni, sum Sambands- og Javnaðarflokkurin høvdu arbeitt við seinastu 15 – 20 árini var bæði í prosentum og atkvøðum ein greiður meiriluti fyri loysing.

Fagnaðurin á loysingarveinginum var alstórur, meðan sambandssíðan græt síni søltu tár.

Ein kendur viðmerkjari vestan úr Vágum, D.D. kallaður, segði tá um teirra egnu fólkaatkvøðu:
“Ulykkelige 14. september! Du blev Færøernes taaredag.”

og
Í skúlastovuni suðuri í Fámjin, har frumflaggið Merkið var borið til býggjar, hongdi lærarin Føroyakortið upp á veggin, men vendi ranguna út.

Kollveltingin
Tað var eingin sum helst ivi undir valstríðnum um, at var tað stjórnaruppskotið, sum hevði eina atkvøðu í meiriluta, so høvdu føroyingar sagt sína støðu einafer med alla, og endaliga lima seg inn undir donsku grundlógina, men tað gjørdu teir jú ikki.

Forsætisráðharrin, Knud Kristensen, hevði sett seg væl og virðiliga inn í hetta við fólkatkvøðum, og hann segði bart út, tá hann hevði fingið úrslitið:

“Av tí at tað er ein meiriluti fyri loysing, so mugu vit skiljast; tað hava vit lovað føroyingum, og vit kunnu ikki umtulka ella lata vera við at taka eina atkvøðugreiðslu til eftirtektar, um so er, at hon ikki hóvar okkum.”

 

Grundarlagið undir framtíðarstøðu Føroya var nú púra greitt, og danska stjórnin hevði ásannað, at talan var um eina greiða talu frá føroyskari síðu, sum teir máttu boyggja seg fyri.

 

Men – longu dagin eftir, tann 15. sept 1946, skrivaðu teir báðir tvørámenninir, P.M.Dam og Kristian Djurhuus (1895-1984) fjarrit til til donsku radioavísina, har teir undir dulnevninium “Borgarar á Tvøroyri” mótmæltu, at samtyktin hjá einum meiriluta í Føroyum á einari lógliga fyriskrivaðari fólkaatkvøðu varð fylgdur.

 

Á sama grundarlagið og á áleið sama atkvøðubýti boygdu bretar seg fyri síni fólkaatkvøðu. Men – har bretar fingu Brexit, og beinanvegin fóru undir at greiða fólksins vilja út úr EU, fingu føroyingar Fixit, og ráðaleysir fóru teir beinanvegin undir at tulka fólksins vilja eftir egnum høvdi.

Longu fýra dagar eftir fólkaatkvøðuna, (18. sept.1946)  tóku sambandsflokkarnir saman við dønum stig til at renna løgtingið til hús, og sama dag fekk krígsskipið Thetis boð um at fara úr Norðsjónum og seta kós móti Føroyum.

Fyrsta stigið til eitt vápnað álop móti føroyingum varð tikið av teimum, ið høvdu mist fólkaatkvøðuna hjá sær sjálvum aftur við borðinum.

Vit høvdu fingið miðamerikanskar tilstandir í Føroyum.
Stórt trýst varð tá lagt á tingmenn, nú teir vóru í skotmála frá høgt calibreraðum kanónunum á Thetis, sum hevði lagt seg við bryggju í Havn.

 

Hetta var stutt eftir krígslok, at tann mest undirbrotliga tjóðin undir krígnum fann eina enn minni, sum hon kundi knúskað, og hon so gjørdi.

 

Tá blóðið fossar, og tá mergurin seyrar úr beni, ja, tá setur at hjartanum, og tungt er at síggja bul og bein liggja hvørt sínu megin gongdar leiðir, tá sjálvt fólkið ætlaði sær at stíga út á tær fólkarættarligu gøturnar.

 

Søgunnar andadráttur

Men – søgunnar andadrátti sleppa vit føroyingar ikki undan, og í fólkarættarligum høpi er slóðin eftir donskum yvirvaldið syndarlig at skoða.

 

Leita vit aftur í 1661 (07 08 1661) finna vit eina grundlóg, har vit føroyingar í Oslo hava givið einum felags kongi valdið.

 

Tveyhundrað ár seinni (1848) segði danski kongurin valdið frá sær og lat upp í hendurnar á fólkinum at skipa eitt grundlógargevandi vald. Føroyingar vóru ikki eftirspurdir, og eru tí leysir av hesi avger.

 

Tríggjar ferðir (1920, 1939, 1953) hevur danska grundlógin verið til fólkaatkvøðu, og tríggjar ferðir hava føroyingar sagt nei til hana.

 

Eina ferð hevur fólkaatkvøða verið um loysing (1946). Hon var samtykt, og danir sendu tingið til hús afturfyri. Hendan eina fólkaatkvøðan í vesturheiminum, av einum tvey hundrað av slagnum, varð ikki fylgd.

 

Ein ST – sáttmáli er frá 1960, har hjálond samtykkja í at hjálpa øðrum tjóðum at fóta sær. Hann er í okkara tíð bæði brotin og fullkomuliga vanvirdur, tá ið brúk var fyri honum.

 

Ein atsóknin var í 1955, tá tilbúgvin donsk herskip við avsikraðum kanónum vóru send eftir føroyingum, sum við berum nevum og gróti í lummunum vildu verja sínu egnu áhugamál á heilsuøkinum.

 

Tilbúgvingin hjá danska herflotanum, við “license to kill” frá stjórnini var so høgt kalibrera, sum var tað talan um eitt álop frá Warzawasamgonguni, ið skuldi berjast niður.

 

Mótparturin var verjuleysir føroyingar, danskir ríkisborgarar í ríkisfelagsskapinum, sum gingu við gróti í lummanum og royndu at verja eina starvssetan innan heilsuverkið.

 

Hesi dømi um, hvussu stívrent danska yvirvaldið danir kundi roynast vera móti føroyingum, sigur okkum, at ein og hvør er sær sjálvum næstur – serliga tá harðast leikar á.

 

Egið land undir egnari ábyrgd

Vit noyðast umsíðir at taka ábyrgd av okkum sjálvum samsvarandi veruligu styrki okkara her á planetini og gevast við at stovna sambandssinnaðar sjálvstýrisflokkar, hvørja ferð politiskar ósemjur daga á luftina.

 

Eitt sjeyti ára gamalt ódemokratiskt brot á fólkarættin og ein kollrend fólkaatkvøða kunna ikki framhaldandi vera grundarlagið undir føroyska stjórnarlagnum nú sjeyti ár seinni.

 

Vit kunna saktans hava væl skipaði og virðilig viðurskifti við danir, so sum vit kenna teir sum bæði fitt og friðarlig fólk, um teir vilja tað, og virða okkum javnbjóðis sum eina sjálvstýrandi tjóð.
Nyrup var ikki stovureinur

Undir fullveldislandsstýrinum, (1998-2004), vóru føroyingar sera væl fyrireikaðir til at fara undir eina tilgongd, har teir vildu fremja fólksins vilja eftir  fólkaatkvøðuni frá 1946.

 

Við egnum landsstýri og við meiriluta á tingi aftan fyri seg, og við egnum embætisverki.

 

Men eisini hesuferð vóru tær mannvondu diplomatisku kanónirnar vendar móti føroyingum, tá ið danska stjórnin noktaði øllum felags avtalum, so sum felags frágreiðingum, tíðindafundum, óheftum eygleiðarum, niðurlaging av blokki og virðiligum samráðingarstøðum annars.

 

At so forsætisráðharrin einsamallur á tíðindafundi oman á tað heila so fullkomuliga eyðmýkti føroyingar, sum sótu og bíðaðu eftir honum, sigur alt, ALT um, hvørja virðing danski parturin hevur fyri tí føroyska.

 

Stovureinur gjørdist tann sosialdemokratiski forsætisráðharrin ongantíð.

 

Tjóðveldisflokkurin var stovnaður á fundi 22. og 23. mai 1948, sum mótmæli av rembingunum frá fólkaatkvøðuni og heimastýrislógini, og hann stendur tíverri rættiliga einsamallur enn á hesum veingi.

 

Uttanríkispolitiska heimildarlógin

Undir samtyktini av uttanríkispolitisku heimildarlógina í 2005, har Føroyar ma. vóru allýstar sum: “Færøerne for såvidt angår Danmark,” hugsavnaðu føroysku flokkarnir á tingi seg avgerandi upp í heimastýrisflokkar og tann eina sjálvstýrisflokkin, sum einamallur endaði uttanfyri hesa fylking.

 

Tað eru tí bara lótir og tormold í fólkaeygum, tá ið hesir somu flokkar, sum vavdu hendan greytin saman, nú siga seg fara at skola teir skaðarnar avaftur.

 

Vit sótu eina heila nátt á tingi og royndu at sannføra sokallaðar sjálvstýrisflokkar um tann skaða, teir fóru at gera við hesi lóg, men tað rein ikki við.

Hendan lógin hevur longu fleiri ferðir staðið sína roynd, og teir ið virka eftir henni, hava fingið ein lúsingin fyri og annan eftir.

Til Íslandssáttmálan kundi hon ikki brúkast. Til Norðurlendska Ráðharraráðið kundi hon ikki brúkast. Til EFTA limaskap kundi hon ikki brúkast.

Eins og við Heimatýrislógini, so knýtti henda nýggja lógin í realitetinum Føroyar enn fastari at ríkinum, og legði enn fleiri fótonglar fyri føroyskum uttanríkispolitikki, sum sum niðurstøðan í Visjón 2015 eisini kom eftir.

Sjálvandi legði sambandsflokkurin hesa nýskipanarlóg sína, sum hann saman við hinum heimastýrisflokkunum hevði vunnið upp land við, upp í rúgvuna av loystum sambandsmálum.

 

Hesin seinasti uttanríkisráðharri dana hevur greitt boðað frá, at í Danmarkar ríkið er bert eitt ríkið, eitt fólk og ein tjóð. Hvussu hesin rákin kennist høgravendu heimastýrisflokkunum, sum eiga samtyktina, veit eg ikki, men okkum kennist hann heldur ramur.

 

Paralellsamfeløg
Seinastu lítarsligu royndirnar at sáa split manna millum eru speirekandi krøvini um at skipa paralellsamfeløg í Føroyum, har tjóðveldisfólk skulu livað undir øðrum korum enn onnur í sama samfelag.

 

Vit kenna hesar fátæksligu royndir frá tíðini áðrenn blokkstuðulin, har lærarar, sjúkrasystrar, politistar og mong onnur skuldu halda turran tátt og onga meining loyva sær, tí at lønin, tey fingu, var donsk.

 

Somu royndir verða nú gjørdar í royndini at avbyrgja Tjóðveldi í flokspolitiskum høpi frá dagliga rakstrinum av danska fólkatinginum, har føroyingar sambært lóg eiga tveir limir og tí eiga javnbjóðis rakstrarrættindi á sama arbeiðsplássi.

 

Tey somu, sum siga, at blokkstuðulin ikki skal minka, heldur vaksa, boða nú frá, at hesin sami blokkstuðul skal oyramerkjast til sambandsfólk eina, har sambandssíðan eina fær blokkin at ráða yvir sigur alt um, hvussu avlagað samfelag okkara kann gerast.

 

Heimastýrisflokkarnir einsamallir ætlar sær at brúka kassan, sum danska fólkatingið hevur játtað øllum flokkum á tingi til politiskt arbeiði eftir atkvøðutalið hjá øllum flokkum.

 

Ja, skotið verður upp, at vit skula hava eitt stættarsamfelag við einum blokkstuðulsfíggjaðum yvirklassa, sum skal stríðast  skal móti føroyska fullveldisviljanum.

 

Køld er sjóvardrifa

“Køld er sjóvardrifa, enn upp skal á kjøl klifa” – plagdi Erlendur at taka til um Tór á Jøkli, sum stríddist við at koma upp á kjøl.

Hóast rættiliga einsamalt, so roynir Tjóðveldi at fáa føroyingar allar á rættkjøl, og tað tykist fara at bragda, men hóast vit sita í stjórn, er mangt takið eftiri enn.

 

Lesa vit Visjón 2015, sum føroyska embætisverkið hevur skrivað, eftir tilráðing frá heimastýrisflokkunum, síggja vit, at vit mugu hava loysing fyri at fáa samband. Veruligt samband við grannatjóðir okkara og heimin allan á jøvnum føti.

 

Tagt verður um hesa Visjón, einans tí, at hon nertir við faktiskar týðandi veruleikar í føroyskum uttanríkis- og vinnupolitikki.

 

Tað setti at hjartanum

Tað eru nú sjeyti á síðan, at føroysku sambandsflokkarnir fóru at renna undan eina fólkaaatkvøðu, sum teir sjálvir høvdu skipað fyri, men runnu undan, tá ið seðlarnir komu út.

 

Vinnarin av fólkaatkvøðuni, føroyingurin í Føroyum, liggur framvegis opin á vølli, hóast hann var fyrstur um málstrikuna hin 14. Sept. 1946.

 

Fyri hundrað árum síðan, ella so, lá Óli Lítli úr Sandvík opin á vølli. Hetta var í Suður Amerkia – hinumegin knøttin.

 

Lopin av tokin ansaði hann eftir, at bein og bulur liggja hvørt sínu megin skinnaran, meðan tokið fór steamandi víðari út eftir teirri endaleysu Pampassini í Argentina.

 

Tungur málmur og rullandi stál høvdu sundurlimað ein ungan frískan mann og skrætt kimligu vøddar hansara í tveggjar lutir – katastrofan var øðilig.

 

Alt lívið er runnið hesum manni í eygu hesa løtu, og man hon hava verið ein tann mest ræðuliga, ið nøkrum manni hevur verið fyri.

 

Hóast  tað, so vann hann upp føðiland sítt aftur, hóast hann var bert hálvur maður.

 

Tað setti at hjartanum, tá hann sá mergin seyrað úr beninum, segði hann, og soleiðis setti tað eisini at hjartanum á mongum føroyingi dagarnar eftir 14. Sept. í 1946.

 

Á endaleysum gróðursettum víddum, har frælsi og framtíð, lív og gróður lá føroysku tjóðini opið, júst har vóru bulur og bein løgd hvør síni megin vegin, og samfelagslikamið alt doyvt av turvelvandi drøggi heilt fram til hendan dag.

 

Fólkaræðisligar mannagongdir vunnu ongantíð leiðina fram í slættan sjógv her norðuri á 62 stigum norður og 7 stigum vestur.

 

Frammanfyri nevndi, sandvíkingurin Óli Lítli, gekk á træbeini restina av lívinum, og tað sama ger tann føroyska tjóðin, nú sjeyti ár eru liðin, síðan hon valdi at liva í fullari styrki og ganga egnar leiðir.

 

Sjeyti ár eru liðin síðan tjóðin fekk prestsins hond á høvdið, og øll framtíðin, ja, lívið alt, lá víðopið.

 

Kortini, so sær føroyska tjóðin enn mergin renna úr benið, og framvegis setur tað at hjartanum, tá hugsað verður um, at tað er  sjálvur tann fólkaræðisligi mergurin, sum setur út úr sárinum.

 

EU er rivnað

Tað er nú EU er rivnað, og har koma helst enn fleiri rivur í komandi tíðum.

og tí er tað nú, at tað eigur at riva fyri eygum føroyinga.

 

Tað er nú, at Kina og India taka seg tak fyri tak fram um sterku vesturlendsku búskapirnar, og tað er nú, at ovurstóra uttanlandsskuld USA dregur tað samveldið niður – tað bæði skjótari og álvarsligari enn gott er.

 

Óvirkin og slotandi eftir teimum kollosalu búskaparligu rembingum, sum fara fram, er tað ein deyðsynd um føroyska samfelagið við einum uttanríkishandli upp á 80% av BTÚ ikki siglir teir strongir og klývur teir stakkar, ið gagna okkara samfelag sum frægast.

 

Øll onnur lond hugsað fyrst og fremst um síni egnu viðurskifti. Hví skuldu vit ikki gjørt tað sama ?

 

Tíðin sum sveipandi ytstiliður á fremmandum hala er farin. Firehundred årig natten ruged over apekatten.” segði Ibsen um sínar menn, og nú er løtan okkara

 

Hvat siga kvinnur og menn um okkum føroyingar.

 

Her hevur tú tað góða svørð

“Her  hevur  tú  tað  góða  svør,

– segði móður Gretta við hann –

”tú  kannst  væl  á  tað  trúgva,

tað  er  komið  úr  vatnsdølum,

har  ættir  mínar  búgva.”

 

Nú er løtan – okkara løta – at vinna føroyskum áhugamálum rúmari ræsur saman við øllum grannalagnum her í Norðurhøvum.

 

“Formligu viðurskiftu Føroya við danska ríkið eru stórsta einstaka forðingin fyri, at Føroyar sum land kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur lond,” fingu vit at vita frá føroyska embætisverkinum á síðu 20 í Visjón 2015.

 

Eisini hesin boðskapur kom óvart á heimastýrisflokkarnar, sum høvdu sett sær ein heilan strategibólk at orða sær eina stevnu frameftir.

 

Jú, eisini her fingu vit greitt at vita, frá politiskt óheftum embætisfólkum, at heimastýrishaftið skuldi loysast, um Føroyar skuldu koma víðari og kappast við onnur lond, og tað er nú, tað skal vera, tí at tað er júst við at loysa, at vit fáa samband – tað samband okkum tørvar við flest allar tjóðir.

 

Fólkaatkvøðuna frá 1946 nerta vit ikki aftur. Hon fyrnast ikki, sum mjólk, ið verður úld eftir fáum døgum, men hevur varandi virði ár eftir ár.

 

Vísindin roknar við ovurstórum broytingum í gongdini hjá flestøllum fiskastovnum, nú Arktis bræðir niður, og vit liggja mitt á rokanum.

 

Tilfeingið er ein kosturin, og at taka hann til høldar er annar.

 

Ein ørgrynna av møguleikum liggur fyri fótum okkara, og har liggja ovurstórar inntøkugevandi avbjóðingar bara og bíða eftir okkum.

 

Vit fara ikki longur at hava tann vilja, at vera í lummanum á tí, sum vit fáa lummapening frá.

 

Heldur fara vit eftir tí samlaða roknistykkinum og  tvey- og trífalda útflutningsvirði, sum heilt góð útlit eru til, at vit kunna gera.

 

Og sjálvandi fara vit at fremja fólksins vilja við orðum Jóanesar bónda í huga.

 

Tó er enn mangt ódnartakið eftir

til teir menn, ið byggja vilja lond;

mangur stuðul enn er ikki settur,

mong ein fløkja enn er framburðsvond.

Fram tí, frændur, latið forna megi

rudda breyt um fold og skeiðaslóð,

so skal gríma fyri nýggjum degi,

nýggja øldin roynast okkum góð.

Jóannes Patursson

– aftan á valið í 1900.

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad