Lýsing

Ung vilja vera á Argjum

Vit fara at stovna ein Klubb 160 í gl. Argja skúla

Argjabúgvar hava leingi ynskt sær eitt ungdómshús til tannáringarnar. Eins og hoyvíkingar hava Klubb 188 ynskja vit á Argjum at fáa okkara egna Klubb 160. Foreldur stríðast við at halda sínar ungu tannáringarnar vestaru megin brúnna, men býurin lokkar, tí onki tilboð er á Argjum. “Gamli skúli” hevur fín, tøk hølir til hetta, hann liggur sum náttúrligur miðdepil í bygdini og hevur frálíkar umstøður við spæliplássi og sparkivølli.
Fróði Ólason Olsen hevur tikið sama evni upp og tað er gott, at valevni á Argjum kunnu samstarva um slík mál.

Eg fekk eitt so fitt bræv um hetta evni, sum eg havi fingið loyvi at endurgeva:

Hey Gunvør  (:
Vit eru tvær gentur av Argjum, ið akkurát eru byrjaðar í student.
Vit vita at tú ert argjakvinna, og kanska hevði tú kunna hjálpt okkum við okkara áhugamálið.
Av egnum upplivingum, kann sigast at tað ikki eru nóg nógvir frítíðar aktivitetir fyri tey ungu tannáringarnir, ergo “tweens” á argjum…
Vit hava lagt merki til at tá børn á Argjum koma upp í tannáringa árini, spreiðast tey fyri veg og vind. Serliga fara fleiri í Margarin Fabrikkina, men har er bert loyvt at fara um kvøldarnar tá, ið tú ert yvir ein vissan aldur. Tað fær børn til at hugsa desperat og gera býtt ting, sum at lúgva og sníkja seg inn. Eisini er Margarin Fabrikkin í Havn, og vit halda at tað hevði gavnað argjabørnum at fingið sítt egna stað, og lært hvønn annan at kenna. Tá mann er ein ungur tannáringur kann tað kennast møðsamt at skula allan vegin út til Margarin Fabrikkina við bussleiðini.
Vit vóna at tú fert at hugsa um okkara uppskot, tí vit halda at eitt ungdómshús hevði gjørt barnalívið á Argjum nógv betur.  (:

Gunvør Balle

Gunvør Balle er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad