Lýsing

Barnið: Hví flyta vit so ofta?

Bústaðarstøðan er nógv frammi í almenna kjakinum. Og vit eru so at siga øll á einum málið um at bústaðarmarknaðurin má gerast meiri fjølbroyttur, vit vilja appellera til ymiskar aktørar og arbeiða miðvíst fyri at finna loysnir á trupulleikunum hjá ymsu samfelagsbólkunum.

Samstundis sum, at vit tykjast hava sæð ljósið, og øll vísa forstáilsi og vilja, so standa vit eisini við akuttum bústaðartørvið, ið illa ber til at nøkta sum støðan er. Eg hugsi í hesum sambandi, at vit eiga at taka serlig atlit til okkara veikastu, millum annað børnini. Alt ov nógv børn uppliva at familjan óvilja noyðist at flyta, summi upp í fleiri ferðir um árið. Um familjan hevur sosialar avbjóðingar samstundis, gert hetta skjótt byrða omaná byrðu fyri børnini, tað tekur ov drúgva tíð at fáa neyðugu hjálpina frá myndugleikunum.

Eg havi ikki nakra einfalda loysn, men komandi býráð eigur alt fyri eitt at taka hendan trupulleikan til viðgerðar, har vit siga sum so, ja vit arbeiða langsiktað við bústaðarstøðuni, men vit hava eisini akuttan tørv her og nú. Eg eri greiður yvir, at ikki einans børn eru illa stødd, men tey eru upplagda dømi, ein samfelagsbólkur við avmarkaðum rættindum, og hava lítla ella onga ávirkan á egið lív.

Vit noyðast onkursvegna at brúka eyka orku, at finna og samskipa haldbarar loysnir meðan vit arbeiða við at bústaðarmarknaðurin verður tillagaður. Støðan er ikki nøktandi. Eg ivist tó onga løtu í, at um vilji finst fyri at raðfesta eitt nú útsettar barnafamiljurnar í samband við bústaðartørv, høgt, so bøta vit um óneyðugan skaða á okkara veikastu, børnini. Vit hava leingi havt ynski um familjuráðgeving á einum stað, og ynskja tað enn, vit hava hoyrt um tað einu hurðina, gott hugskot. Nú eiga vit tó gera ein eyka innsats.

Emil Hermansen

Tjóðveldi

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad