Lýsing

Virðiligt lívskvøld

Tjóðveldi hevur sett sær fyri at seta 10 mió. kr. av til fleiri starvsfólk í heima- og eldrarøktini. Kalla tað bara heitar hendur, men hesar hendur skulu eisini verða fakliga væl fyri.

Vit hava leingi hoyrt um sperd starvsfólk á ellis- og røktarheimum, sum valla fáa tíðina at røkka til meira enn at syrgja fyri at fólkini eru rein og mett.

Er tað tað vit ynskja fyri gráa gullið? Neyvan! Í mínum høvdi er tað ein ræðandi tanki, at lívskvøldið skal taka slíka vend.

Tjóðveldi vil gera eitt hál til tess at skapa virðiligar umstøður fyri okkara gomlu – bæði teimum heimabúgvandi og teimum, sum búgva á ellis- og røktarheimum.

Hvat merkir herrópið “sum longst í egnum heimi”? Tað er ongin loyna, at tá spurningurin um at búgva heima og at flyta á røktarheim uppstendur, so er tað tí, at ein eyka tørvur ger seg galdandi.

Er heimatænastan nóg væl mannað, og er hon útgjørd við hóskandi tænastum og tilboðum, sum veruliga gera mun? Ella er tað kanska niðurslitnir makar og avvarðandi, man dúvar uppá, fyri at fáa eina bíligari loysn enn røktarheim?

Hvussu skulu vit útbyggja bústaðatilboðini til tey eldru, so tey hóska til tørvin? Hvussu nógv ynskja bústaðatilboð í vardum íbúðadepli, tá tað er eitt millumting millum at búgva heima og á røktarheimi einum tørvar? Og hvussu nógv hava veruligan tørv á røktarbústaði?

Hesum fara vit í Tjóðveldi veruliga at seta gongd á saman við fakligu ekspertisuni og øðrum góðum fólki, fáa vit møguleikan komandi fýra árini.

X við lista E

X við Sigrun Wardum

Sigrun Wardum

Deil hesa grein umvegis
468 ad