Lýsing

Blátt er gott

Á býráðsfundinum hóskvøldi  bar eg hesar hugleiðingar fram á torg viðvíkjandi spennandi verkætlanini nevnd Bláa skýli

Tá eg hugsi um Bláa skýli, so hugsi eg um eldsálir og flugubein. Sum ikki einaferð vórðu tað eldsálir, ið fingu kommununa at raknað við – í hesum føri at betra um stadionøki við at útvega fleiri sitipláss, felagshølir, umklæðingarhølir v.m

Hvussu menna vit fótbóltsumstøðurnar, so at vit kunnu leika altjóða dystir í Klaksvík?

Hetta var spurningurin sum ein arbeiðsbólkur setti sær í 2010. Í bólkinum sótu tvey umboð fyri FSF, Tummas Lervig og eg sjálvur  fyri KÍ og tvey umboð fyri teknisku umsiting í Klaksvíkar kommunu . Bólkurin fekk navnið vallarbólkurin, og hann læt eitt skrivligt tilmæli gera til Klaksvíkar kommunu at arbeiða víðari útfrá.

Magiska hugtakið í mun til góðkenning at leika altjóða dystir er sokallaða FIFA2star hugtakið. Herí liggja ásetingar hvørji minstu krøv vøllurin skal lúka fyri altjóða luttøku. Men tað er ikki einans vøllurin sum skal lúka krøv, eisini kringumstøðurnar, so sum ljós, umklæðingshølir, frástøða frá síðu- og baklinjum til rekkverki, dómararúm, dopingrúm og sitipláss v.m. Vallarbólkurin lýsti hesi krøv í tilmælinum.

Tað var eisini tilmæli frá vallarbólkinum sum lá til grund fyri nýggja vøllinum sum á sumri 2011 varð lagdur í serligum góðveðri. Vøllurin varð eisini fluttur nakrar metrar eystureftir og væl javnaður áðrenn teppið var lagt á.

So var man komin har til. Men enn restaðu sitipláss í og har var ein bólkur av eldsálum, onkur teirra situr her í kvøld, sum kastaðu saman at stríðast fyri at fáa eitt skýli framt. Tann verkætlanin fekk navnið bláa skýlið og væl mundi verða arbeitt tí kommunan ressaðist við og fyri at gera eina langa søgu stutta so fara vit nú um eina løtu at samtykkja fíggingarleist har FSF rindar 3,3 mió kr. Ímeðan klaksvíkar býráð rindar 7,7 mió kr. Sostatt er bygging av nýggjum skýli fíggjað og farast kann í gongd.

Fyri hesa íløgu verða kringumstøðurnar munandi betraðar. Tað hevur verið lýst aðrastaðnis hvat henda verkætlan inniheldur og skal ikki nertast so nógv við tað. Kann líka nevna at við skýlinum eysturúr KÍ høllini, so fæst lívd fyri mangan nógva vindinum sum kemur inneftir boroyarvík.

Tað eru sera nógvir pengar innan fótbóltin. Innan fígging av stadion v.m verður arbeitt við serligum hugtakið nevnt You pay/We pay, sum leggur upp til at um kommur t.d binda seg at gjalda 50% av stadion, ja so kemur FSF/FIFA við hinum 50%. Hetta er nakað Klaksvíkar kommuna eigur at taka upp. Eg ímyndi mær eitt innilokað stadion innan alt ov mong ár.

Eg fari at mæla øllum býráðslimum til at taka undir við málinum soleiðis at vit virða eldsálirnar og kunnu seta enn eitt flugubein við raðfesting av mentan og trivnaði

Takk fyri

 

Jóhann Lützen, býráðslimur

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad