Lýsing

Betri treytir til Kanada enn Føroyar

 


 

Justin Trudeau og Donald Tusk skrivaðu í dag undir fríhandilsavtalu millum Kanada og ES, sum kemur í gildi í 2017. Tá fær kanadiska fiskivinnan fríar ræsur at selja allar fiskavørur á ES-marknaðinum og tí eisini í Danmark. Føroyskur útflutningur til Danmarkar og ES er avmarkaður, og tí vikna kappingarevnini hjá føroyskum útflytarum á eitt nú danska marknaðinum, tá sáttmálin kemur í gildi.

Samstundis fáa øll fiskiskip heimahoyrandi í ES frítt at fara í kanadiskar havnir, meðan somu havnir eru stongdar fyri føroyskum fiskiskipum. Á tann hátt fær fiskivinna heimahoyrandi í ES stóran fyrimun fram um føroyska fiskivinnu, tá umræður eitt nú fiskiskap á Flemish Cap.

– Tá handilsavtalan var til viðgerðar í fólkatinginum, bar eg fram, at hon fór at verða Danmark til stóran fyrimun, men eg fekk onki svar upp á spurningin um, hvørt stjórnin hevði umhugsað, hvussu hon kundi tryggja, at eitt nú føroyskar fyritøkur ikki fáa verri treytir á danska marknaðinum enn kappingarneytar úr Kanada, sigur Magni Arge, sum tá var fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi.

– Hetta tykist tí vera enn ein staðfesting um, at danska stjórnin tekur atlitini til egin áhugamál og tey hjá ES fram um áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi, sum annars eru í sokallaðum ríkisfelagsskapi við Danmark, leggur Magni Arge afturat.

Tí setti Magni Arge 13. oktober uttanríkisráðharranum Kristiani Jensen hesar tríggjar spurningarnar skrivliga:

1. Kan ministeren bekræfte, at Canada med Økonomi- og handelsaftalen mellem EU og Canada (CETA) over tid får en bedre eksport-adgang til Danmark og resten af EU med fiskeprodukter, end Færøerne har i dag?

2. Kan ministeren bekræfte, at fiskerifartøjer fra Danmark og andre konkurrenter i EU får bedre adgang til canadiske havne end færøske fiskerifartøjer har, når Økonomi- og handelsaftalen mellem EU og Canada (CETA) træder i kraft?

3. Ministeren bedes redegøre for, hvilke overvejelser regeringen har gjort sig i forhold til Færøerne og Grønlands konkurrencedygtighed på det danske marked angående eksport af fiskevarer, når man forhandler en økonomi- og handelsaftale mellem EU og Canada (CETA), som tilsyneladende giver Canada bedre adgang til det danske marked, end for eksempel Færøerne har.

Ráðharrin hevur enn ikki svarað spurningunum.

Spurningarnir kunnu eisini síggjast her:

http://www.eu.dk/samling/20161/kommissionsforslag/KOM(2016)0470/spm/24/index.htm

http://www.eu.dk/samling/20161/kommissionsforslag/KOM(2016)0470/spm/25/index.htm

http://www.eu.dk/samling/20161/kommissionsforslag/KOM(2016)0470/spm/26/index.htm

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad