Lýsing

Hey tú…slakka líka av….

 

Eg var nú ein dagin og skuldi keypa eina vøru í einum handli í Havnini. Eftir sum handilin hevði føðingardag, var lýst við avsláttri – upp til 25%. Men prísurin var framvegis ov høgur – helt eg og valdi tí ikki at keypa vøruna í skundi. Heldur enn at fáa at vita hvat avslátturin er, vil eg vita hvat vøran kostar.

Sama er galdandi fyri meg sum borgara, ið betali mín kommunuskatt og fái ov lítið fyri ta tænastu, ið kommunan bjóðar mær. Spurningurin er um útboð og eftirspurning, tí Tórshavnar kommuna hevur sum flest okkum kunnugt nógvar verkætlanir á skránni. Heilt nógvar.

Hvørja støðu hevur man til um avsettur peningur til eina verkætlan ikki verður nýttur í inniverandi fíggjarári. Skal man bíða við at seta aðrar verkætlanir í verk til henda er liðug?? Ella skal man seta fleiri verkætlanir í gongd – hóast aðrar enn eru í gerð?? Sambært høvuðsyvirlitinum fyri fíggjarætlanir á torshavn.fo, (sí leinkju: http://www.torshavn.fo/Default.aspx…) hevur tað víst seg, at býtið millum avsettar íløgur og rakstur verið umleið 20% til íløgur og 80% til rakstur seinastu 6 árini. Tað framgongur eisini, at skattinntøkurnar eru øktar við ca. 215 mió síðani 2010 ella ca. 33%. Vøkstur innan íløgur er 44% og innan rakstur 31%.

Sig mær – heldur tú at býtið millum rakstur og íløgur í lagi?

Veit ikki – ha? Um vit hugsa okkum, at íløgukarmurin næstu býráðssetu er 4 ferðir umleið 170 mió, ella ca. 680 mió kr., ja so eru hetta ikki ómetligar høgar upphæddir til alt, sum verður lovað til eitt býráðsval. Og sig mær góði lesari, – rúma fíggjarkarmarnir hjá kommununi øllum lovaðu ynskjunum. Nei -ha??

Eg havi valt at tikið nøkur ynski burtur úr rúgvuni, sum hava verið nevnd í seinastuni, og skulu vit náa at gera nakað við hesar íløgurnar næstu 4 árini – hvussu sær so út??

  • 50m svimjihylur í Gundadali 80 mió. kr
  • Ítrottarhøll á Argjahamri 20 mió. kr
  • Skúlin á Fløtum 350 mió. kr
  • Umhvørvispolitikkur- dagføring av kloakkum 40 mió. kr
  • Musikkskúli 60 mió. kr
  • Kommunalir vegir – herundir Ytri Ringvegur/tunnil 100 mio. kr
  • Parkeringshús 20 mió. kr
  • Miðbýarætlanin størri og smærri átøk 20 mió. kr

Og ja?? hvar eru íløgurnar til øll hini ynskini. Hvussu við játtan innan karmar til tey gomlu og óhjálpnu?? Skulu hesi virði ikki eisini takast við??

Í kommunuætlanini fram móti 2030 (sí leinkju her: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1371) eru hópin av góðum ætlanum um hvat kommunan vil. Býráðið hevur gjørt av at leggja dent á seks øki í sambandi við menningina í framtíðini: vøkstur – miðbýin – mentan, lívsgóðsku og trivnað – flytførið – umhvørvið – náttúra.

Samstundis verður víst til miðbýarætlanina (sí leinkju http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1278) har somuleiðis góðar og ítøkiligar framtíðarætlanir eru at finna.

Eg eri sera fegin um at okkara fólkavaldu í býráðnum hava sett orð á okkara framtíðarvisiónir, men eg sakni ein yvirornaða kostnaðarætlan, sum greitt lýsir hvørjar ætlanir henda kommuna ætlar at gera fyri okkum borgarar og í hvørjari raðfylgju hesar skulu gerast. Og hvussu nógv hesar kosta í árligari drift. Hvussu skal býtið verða ímillum tær ymsu verkætlanirnar innan t.d. heilsu, mentan og teknisk viðurskifti? Og fyri ikki at mála hin versta á veggin – eg havi ikki tikið tær ’sjálvfíggjaðu’ íløgurnar, so sum útstykkingarætlanir, við í yvirlitið omanfyri.

Tað má tí verða greitt fyri ein og hvønn, at við hesum øllum verkætlanunum, sum skulu fýrast av her og nú, so verður hetta við at økja um eindarprísin fyri tað tænastu, ið vit borgarar rinda fyri. Í hesum tíðum har tað stundar til val, sýnast opportunu forlovilsini líkjast einum sjálvtøkuborði.

Ja, hetta er ein endurtøka av tí, sum eg áður havi skrivað, men eg haldi hetta vera so umráðandi at pointera, at tað saktanst kann verða endurtikið. Skil meg rætt – eg eri fyri at vit byggja okkara kommunu. Men ikki fyri einhvønn prís.

 

Boði Haraldson, valevni á lista E

Býarverkfrøðingur seinastu 16 árini, og nú leiðari fyri infrakervið á Landsverki.

Boði Haraldson

Deil hesa grein umvegis
468 ad