Lýsing

Katastrofu-alarmur á eldraøkinum hjá Tórshavnar kommunu

Nú fingu vit tað so at vita enn eina ferð. Hesuferð í ’Degi og Viku’. Reyðu tølini hjá Tórshavnar kommunu, sum millum annað avdúka manglandi vilja at loysa trupulleikarnar innan eldraøkið, og at tryggja okkara gomlu røktingarpláss.

Í valskránni hjá borgarstjóranum, sum vit hava fingið við postinum, stendur m.a. at í 2020 eru fleiri ’heitar hendir’ um tey, ið tørva hjálp og umsorgan. Tó so – okkurt er bygt og annað er ávegis. Raðfestast skulu 20 mió. kr. til m.a førleikamenning, umsorgan og umlætting, stendur í valskranni.

Manglandi røktingarpláss í kommununi er alment kent. Flest øll eru vitandi um hetta, og óiva hava fleiri av okkara gomlu og óhjálpnu saman við avvarandi følt seg slept upp á fjall av kommununi. Men hví er tørvurin av røktarplássum ikki loystur fyri langari tíð síðani? Hví hevur borgarstjórin ikki nýtt fleiri pengar at loysa henda trupulleika heldur enn at brúka orku upp á betong og tómar bygningar?

Er tað ikki tí at raðfestingin innan eldraøkið hevur verið skeiv?

Tað slepst neyvan undan at staðfesta, at eldrøkið hjá Tórshavnar kommunu hevur verið niður raðfest. Og at blíva við at skylda upp á manglandi játtan í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum er als ikki nøktandi. Eitt vælkent orðatak sigur at ’Rom bleiv ikki bygdur eftir einum degi’. Eg óttist stórliga, at ’Rom verður niðurbrotin innan 2020’, um sama kós verður hildin á Vaglinum næstu 4 árini.

Vil tú hava eina aðra kós innan eldraøkið? Tað vil eg, tí hetta loysa vit saman.

Boði Haraldson, valevnið hjá Tjóðveldi

Boði Haraldson

Deil hesa grein umvegis
468 ad