Lýsing

Tann gloymdi samfelagsbólkurin

Tað gongur sera væl í Føroyum í løtuni, og hetta merkja vit sjálvsagt eisini í Klaksvík. Arbeiðsloysið er lágt, og inntøkurnar renna inn í kommunukassarnar kring landið. Í slíkum tíðum er ofta lætt at gloyma ein bólk, ið ofta verður forfjónaður. Tað eru tey, ið hava sálarliga sjúku, og sum ferðast millum okkum dagliga.


Hóast hetta økið formliga liggur undir landinum, eigur Klaksvíkar kommuna eisini at taka eina hond í, har tað er møguligt og neyðugt. Í løtuni er einki tilboð til tey sálarliga sjúku í Norðoyggjum, og hetta eigur komandi kommunustýrið at gera nakað við.
Vardar íbúðir eru bygdar í Klaksvík til fólk við menningartarni, og tað er at fegnast um, at hesin bólkur hevur fingið eitt slíkt tilboð her norði. Hetta er úrslit av samstarvi millum Klaksvíkar kommunu og almennar myndugleikar. Nú eigur kommunan at kanna møguleikarnar fyri at byggja vardar íbúðir til fólk við sálarligum sjúkum, soleiðis at hesi eisini kunnu búleikast í sínum heimliga umhvørvi í Klaksvík.
Einki veruligt tilboð er til hesi fólk í Klaksvík í dag, og tað málið eiga vit at seta á breddan komandi valskeið. Fountain húsið í Havn er eisini eitt gott dømi um eitt tilboð til tey sálarliga sjúku, har tey kunnu fáa ein vanligan gerandisdag eftir at tey hava verið í viðgerð. Formliga er tað landið, ið eigur at seta slíkar ætlanir í verk, men kommunan kann vera ein viðspælari í slíkum verkætlanum.
Tað er sera umráðandi, at Klaksvíkar kommuna tekur sær av øllum sínum borgarum – bæði frískum og sjúkum. Hesi fólk hoyrast sjáldan í almenna rúminum, og tí er umráðandi at vit taka hesi mál upp í størsta álvara. Tí ynski eg at seta fokus á hetta økið, um eg fái møguleikan at sita í kommunustýrinum komandi fýra árini.
Jacqueline Gardar, valevni fyri Tjóðveldi í Klaksvík

Jacqueline Gardar

Deil hesa grein umvegis
468 ad