Lýsing

Vit mugu læra at lurta

Vit mugu læra at hugsa nýggja tankar á eldraøkinum. Alt kann ikki kannast við tølum og spurnarbløðum. Tað ber heldur ikki til at kopiera loysnir ókritiskt úr einari mentan í eina aðra. Tórshavn er egin býur við egnum umstøðum og fólkum. Tað finnist ein røð av ymiskum eldri, alt frá frískum til teimum ið tørva røkt.

Tí skjóti eg upp, at vit leggja okkum eftir at halda afturvendandi menningardagar innan eldraøkið, har partar hittast og samstarva um skapa vitan, deila upplivingar, staðfesta tørv, lýsa avbjóðingar og leggja fram hugskot til loysnir. Hetta tí at top down stýring, ikki riggar einsamalt. Tað skulu netverk og samstarv til fyri veruliga at møta reellu avbjóðingunum.

Starvsfólk í breiðum týdningi gera longu ein stóran innsats. Og vit hava tørv á at práta meir saman. Vitunarformarnir eru ymiskir millum fakfólk, fyrisiting, felagsskapir, brúkarar og avvarðandi. Eg hugsi hetta sum eina neyðuga venju, sum kann halda politisku avgerðirnar so nær at veruleikanum sum gjørligt, heldur enn eina risa verkætlan sum skal loysa tann gordiska knútin á øllum lutum í senn.

Kanska Óluva á 67, fegin vil hjálpa við húsligum arbeiði hjá Tummasi á 94, um kommunan veitti felagsskapinum eitt akfar at nýta? Og kanska tey bæði fingu eitt gott prát og eina hugnaliga løtu burturúr tí eisini ? Í einum øðrum króki av eldraøkinum versnar heilsan hjá einum borgara fullkomiliga óneyðugt, tí hon ikki hevur fingið røttu hjálpina til røttu tíð. Og tað er eingin ávísur persónur, ið við vilja hevur svikið borgaran, hann dettur bara niður millum vantandi tilboð og skipanir ella fakligan førleika.

Vit seta eftir valið væl meir av peningi av á eldraøkinum, og tað fer fyrst og fremst til at styrkja normeringina á heimunum, og at styrkja Heimatænastuna, hetta í ljósinum av teimum neyðarrópum ið hava verið at hoyrt. Men tað er bara byrjanin, og vónandi eiga vit ríkt tilfeingi í okkara dugnaligu starvsfólkum, felagsskapum og brúkarum sum kunna hjálpa til við at kortleggja grásonur og at menna framskygdar loysnir.

Emil Hermansen – Tjóðveldi

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad