Lýsing

Tey eldru eru ikki ein byrða

Tey eldru eru ikki ein homogenur bólkur og tey eru ikki ein byrða. Eldrapolitikkurin má laga seg til tann veruleikan, at fólk liva longri nú enn fyrr.

Tey eldru hava lívsroyndir, tey flyta førningin víðari til komandi ættarlið. Eldri eru glað, røsk og áhugað í tí, sum ferð fram í samfelagnum. Nógv av okkara eldru luttaka aktivt í samfelagnum, eru vitjanarvinir, passa ommu- og abbabørn, eisini langommu- og langabba børn. Fleiri arbeiða og vinna til lívsins uppihald, tey eru aktiv í eldrafeløgum, ja liva á ymiskan hátt sum fólk flest.

Nøkur teirra eru eisini sjúk og óhjálpin. Tey eiga sjálvsagt at fáa ta røkt og viðgerð, ið tørvur er á. Tey eiga at vera eftirspurd og hava ávirkan á teirra egna lív.  Tað er ikki virðiligt, at tey aftaná viðgerð skulu vera liggjandi á sjúkrahúsi. Tí má kommunan hava eitt tilboð, tá tey eru liðugt viðgjørd, um tey ikki kunnu vera heima. Hetta mugu vit fáa í, rættlag ongantíð ov skjótt.

Uppafturvenjing aftaná ymsar sjúkutilburðir og óhapp má eisini raðfestast høgt. Sjúk og óhjálpin fólk  mega ongantíð verða reduserað til ta diagonosu, tey hava fingið, men eiga at verða sædd sum tað heila menniskja, tey eru.

Tey eldru eru ikki ein homogenur bólkur og tey eru ikki ein byrða. Eldrapolitikkurin má laga seg til tann veruleikan, at fólk liva longri nú enn fyrr.

Eisini tey, ið eru rakt av demens, alzheimers ella aðrari sjúku sum ger tey óhjálpin eiga rættin til eitt gott lív. Ein serligur bólkur eru tey, ið á yngri árum verða rakt av hesum. Hvussu gera vit so hettar, jú við at útbúgva starvsfólk, so hesi eru betur fyri at møta hesum fólkum á tí støði tey eru á.

Longu nú er tíð at seta langtíðarætlanir í verk, fyri at menna eldraøkið og framtíðartryggja tað.

Lívið er ein gáva, ið vit eiga frá vøggu til grøv, og tað eiga vit at vera takksom fyri.

Tí vilja vit í Tjóðveldi vilja í komandi setu menna Heimatænastuna soleiðis, at fólk kunnu verða heima sum longst, og fáa tær tænastur, tey hava tørv á til tess. Vit vilja eisini tryggja, at fleiri flógvar hendur eru um tey gomlu á ellis- og røktarheimum, at geva teimum umsorgan, røkt og eitt virkið lív á ellisárum.

 

Vigdis Johannesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðið

 

Vigdis Johannesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad