Lýsing

Avhøvda umsitingina og brúka pengarnar til tey gomlu? Nei álvara tos….

Í grein í Vágaportalinum 24.okt 2016 leggur eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum eftir alment settum starvsfólkum og ynskir at avhøvda umsitingina og í staðin fyri brúka peningin til tey gomlu. Spurt verður um hvør hevur givið loyvi til, at fløkjasliga umsitingin skal eta helvtina av ’køkuni’ fyrst?

Sum liður í einum vælskipaðum samskifti millum kommunu og borgara, er lyklaorðið opinleiki og virðing. Samstundis sum politiski myndugleikin setir sær yvirornað mál, er neyðugt, at umsitingin verður nýtt sum eitt nátúrligt amboð at náa málunum.

Uttan at fara undir at økja um umsitingarligu útreiðslurnar, skal ein seta sær spurningin um borgarin fær ta neyðugu tænastu fyri tað, ið hann rindar. Og tað skal ikki vera nakar ivi – tað fær borgarin. Tí haldi eg at valevnið fyri sambandsflokkin fer skeivur. Í staðin fyri at leggja eftir alment settum starvsfólkum, sum gera sítt arbeiði til lítar, átti spurningurin heldur at verið settur, um politiska valdið hevur sett sær røtt mál.

At blanda spurningin um manglandi játtan til eldraøkið, ja – at blanda hetta við kenslurnar hjá teimum, ið vara av teimum gomlu, er ikki heilt rætt.

Spurt verður um hvør hevur givið loyvi til eina fløkjasliga umsiting. Tað er í hvussu so er ikki vanligi lønmótakarin, ið hevur ábyrgdina. Svarið liggur allarhelst longri uppi í systeminum millum politikarar og stjórar, haðani boðini til málsviðgera ella røktarfólk eru ógreið.

Í staðin fyri at avhøvda umsitingina, skulu vit heldur virða tað arbeiði, ið okkara umsiting ger dagliga. Vit skulu seta okkum greið mál og greiðar mannagongdir. Hetta til frama fyri okkum øll – eisini fyri teimum, ið hava gingið undan okkum.

 

Hesum vil eg arbeiða fyri – hetta loysa vit saman.

Boði Haraldson, valevni fyri Tjóðveldi

Boði Haraldson

Deil hesa grein umvegis
468 ad