Lýsing

Eru vit Farum á bláman?

Tá tað eru so góðar tíðir, eigur tað ikki at vera neyðugt at taka lán og skuldarbinda okkum inn í eina framtíð, har vit ikki kenna til inntøkurnar.
Vit liva í eini tíð har pengar floyma inn í kommunukassan. Og líka skjótt floyma teir út aftur, og tað skulu teir gera, tí kommunan skal ikki spara upp.
Næstu árini standa stórar og kostnaðarmiklar avbjóðingar fyri framman. Kommunan hevur longu sum er, ætlanir um at seta hundraðtals milliónir av til millum annað havnaútbygging. Innan skúla- og eldraøkið skulu eisini brúkast stórar peningaupphæddir og so ikki um at tala íløgur innan betran av vegakervinum og umhvørvinum.
Av eini fíggjarætlanin í 2016 á útvið 850 mió. kr., verða settar góðar 170 mió. kr. til íløgur. Restin er til rakstur.

Vanrøkt av kommunalum virðum

Við eini og hvørjari íløgu, sum til dømis bygningar ella vegir, er neyðugt at seta pening av til viðlíkhald. Verður hetta ikki gjørt, missir aktivið sítt virði og viðførir hetta, at okkara eftirkomarar arva eitt vaksandi eftirsleip.

Tað fyriliggja eingir ítøkiligir upplýsingar um hvussu eftirsleipið í rakstrareindunum hjá kommununi er. Serliga innan øki, sum fevna um vegir, kloakkir, vatnleiðingar, ítróttaranlegg, skúlar, barnagarðar og líknandi, hevur talan verið um eina stagnatión av viðlíkahaldinum.

Tað eru ivaleyst fleiri atkvøður í at økja um aktivini hjá kommununi, heldur enn at fokusera upp á viðlíkahaldið.

Eg vil virka fyri, at tá ið ein nýggj verkætlan verður tikin í nýtslu, skal ein rakstrarætlan fyriliggja. Tað vil siga, at umframt at játta pening til nýgerð, skal játtan til rakstur eisini fylgja við. Hetta er ein framatrættað meginregla, sum má og skal fáast upp at koyra. Alternativið er, at kostnaðurin gerst ov høgur at pjøssa upp á forsømd aktiv og at okkara eftirkomarar yvirtaka eina kommunu, sum er Farum á bláman.

Vit mugu taka rakstrarkostnaðin í álvara og røkja tær kommunalu ognir, sum vit eiga. Gera vit ikki tað, fer okkara grundfæ til spillis og tað er eitt marglæti, sum ongin, ið vil kommununi tað besta, kann liva við.

Boði Haraldson, valevni fyri Tjóðveldi

Býarverkfrøðingur seinastu 16 árini og nú leiðari fyri infrakervið á Landsverki.

Boði Haraldson

Deil hesa grein umvegis
468 ad