Lýsing

Tíðarandin. Tit skulu eta tað sama!

Tíðarandin. Tit skulu eta tað sama!

Mong eru vallyftini í hesum døgum. Eitt teirra, ið eg havi ilt við bæði, at tyggja og svølgja, snýr seg um eina heilsugóða matarskipan á dagstovnum og í skúlum. Eg eri ikki ímóti at stovnarnir sjálvir finna loysnir og framleiða millummála í køkinum. Men eg kann ikki taka undir við at matpakkin skal avskaffast.

Vit sum foreldur elska faktiskt at gleða dóttur okkara við einum matpakka, sum er ymiskur alt eftir hvat vit hava keypt inn. Dótturin er við til handils og hevur sínar meiningar um hvat hevði verið ynskiligt at havt við í matpakkanum. Dótturin dugir enntá sjálv at smyrja matpakka og vit tosa við hana um hvat er sunt og minni sunt í ov stórum mongdum, hon merkir hvønn dag at tað er hennara matpakki. Onkuntíð fær onkur burtur av, tey deilast og so framvegis, onkuntíð er pakkin einastandandi góður, onkuntíð bara ílagi, soleiðis er lívið, men matpakkin er hennara, ein heilsan heimanífrá.

Eg haldi tað vera best, at siga nei takk til eina universalskipan sum skal smoyggjast niður yvir allar brúkarar á dagstovnaøkinum, so sum tíðarandin leggur upp til. Tað bæði kostar, tað frátekur foreldrum ábyrgd og vit nærkast samlibandssamfelagnum. Vit skulu sjálvandi ikki øll eta tað sama.

Emil Hermansen

Tjóðveldi

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad