Lýsing

Grundhugsjónin um tey sum hava minni um hendi

Grundhugsjónin um tey sum hava minni um hendi

Í Klaksvík er tað soleiðis, at eitt pláss á einum røktarheimi liggur áleið á 7000,- Um tað pensjónin ikki røkkur til tað, mugu tey avvarðandi gjalda restupphæddina um ikki almannaverkið rindar tað, ið restar í.

Fyri tey einligu foreldrini og tey ungu, sum vilja búsetast í býnum mugu vit finna eina loysn, møguliga við tvinnum bygningum, har tað liggur fyri, at leiga fyri ein sømiligan pening.

Komandi bygningurin við Sandin í Klaksvík verður alt ov dýrur at búgva í, hjá teimum, sum ikki hava nakra serliga inntøku. Um leigan við nýtslu tvs. Sev o.ø. fer at liggja um eini 7.000-8.000,- gerst tað torført, ella fyri at siga slett ikki møguligt hjá einum sum er pensjóneraður ella lágløntur. So loysnin er, at játtanin má hækka til tey heimini í Klaksvík, og neyðugt verður at spara á øðrum økjum.

Fyri tey, sum hava minni um hendur kunnu vit gera eina loysn, sum nøktar tann tørvin til eina útreiðslu, sum tey kunnu liva hampiliga væl við. Tí, at leysliga roknað, sum ein einsamallur skal gjalda uml. 7-8.000,- pr. Mánaða, so er lítið eftir til forbrúk, og so slett einki til akfør v.m. Tí, haldi eg at ein tílík loysn má verða so nær miðbýnum ella til tær neyðturviligu tænasturnar, sum banka, handil og lækna ørindi og so framvegis.

Her kemur tann nýggja býar bussleiðin eisini væl við. Tó kanska skuldi býraðið fari og kanna eina loysn við eitt nú el akførum kanska súkklum til tey í búgva í bíligum íbúðum, sum tey kundi kanska leiga pr tíma.

Hetta er, so mín grundhugsjón um eina heildarætlan aftaná tann 8 november.

Vinarligast

Jóan Magnus Magnusson

Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

Jóan Magnus Magnusson

Deil hesa grein umvegis
468 ad