Lýsing

Fólksligt eftirlit við býráðsarbeiðinum

Tað er ringt at fylgja við í, hvat fer fram í Býráðnum, um man ikki er heilt tætt uppá í tí dagliga. Hvat er á skránni, hvørji mál verða løgd fram, nær verða tey samtykt ella løgd burtur, hvør hevur atkvøtt fyri ella ímóti?

Eg haldi, tað eigur at vera lættari hjá borgarum í kommununi at fylgja við í teimum málum, ið hava teirra áhuga. Her eru fleiri møguligar loysnir – t.d. kundu allir Býráðsfundir verði stroymaðir, allar nevndar- og Býráðsdagsskráir kundu verið atkomiligar á heimasíðuni osfr.

Eg haldi, at størri gjøgnumskygni í Býráðsarbeiðinum hevði gjørt, at politikararnir høvdu tikið sær meir um reiggj og høvdu arbeitt meira ábyrgdarfult við játtanum og fíggjarætlanum. Eg vil arbeiða fyri størri gjøgnumskygni í Býráðsarbeiðinum, um eg verði vald inn í Tórshavnar Býráð.

Edith Vang, býráðsvalevni fyri Tjóðveldi

Edith Vang

Deil hesa grein umvegis
468 ad