Lýsing

Ein pitsa um mánaðin – ella betri røkt?

Nú er skjótt val, og longu hava fleiri verið frammi og lovað stóran skattalætta í kommunuskattinum næsta ár, verða tey vald í Býráðið. Tað geri eg ikki. Í mínum huga eru so nógv øki, sum hava tørv á størri játtan, fyri at okkara veikastu og kærastu fáa tann stuðul og tænastu, tey hava tørv á.

Hyggja vit eftir fíggjarætlanaruppskotinum fyri 2017 hjá Býráðnum, er ikki nógv at geva út av. Tá rakstur, rentur, afturgjalding av skuld og íløgur eru drignar frá inntøkunum komandi ár, ja so verða bara millum 20 og 40 milliónir eftir. Og tá er ikki eitt oyra sett av til lovaðar verkætlanir sum t.d. langhylin í Gundadali. Um vallyftini hjá summum um 0,5% ella 0,75% skattalætta, sum fer at kosta millum 17 og 25 milliónir krónur, eisini skulu haldast, ja so er næstan onki eftir til at økja játtanina til eldraøkið ella dagstovnaøkið.

Eg gangi inn fyri at føra ein ábyrgdarfullan politikk, har vit ganga á odda fyri at gera umstøðurnar hjá borgarunum so liviligar sum gjørligt. At vit ikki brúka milliónir til tóm hús, sum ikki kunnu brúkast til nakað, men at milliónirnar hinvegin fara til tey, sum hava tørv. Harvið koma tær okkum øllum til góðar. Tú kennir eitt samfelag vit at hyggja eftir hvussu tað tekur sær av sínum veikastu.

Fyri at seta skattalættan eitt sindur í perspektiv: Ein skattalætti uppá 0,5 % hevði givið uml. 17. mió minni í skattainntøku. Tað er 71 krónur um mánaðin til hvønn borgara í Tórshavnar kommunu. Hetta svarar til eina lítla pitsa frá pitsarí’num hvønn mána. Munnu vit ikki kunna vera hana fyri uttan?

Edith Vang, býráðsvalevni fyri Tjóðveldi

Edith Vang

Deil hesa grein umvegis
468 ad