Lýsing

Vit skulu laga umstøðurnar til framtíðar bygging

Tað er stórur tørvur á bústaðartilboðum í  Tórshavnar kommunu. Fólk standa á bíðilista í langsamiligar tíðir, og hjá teimum nógvu er tað til fánýtis. Vit noyðast tí at finna alternativar loysnir, og vit noyðast at hugsa íbúðarmynstrið øðrvísi fyri at fáa eitt meira fjøltáttað tilboð, sum í størri mun enn nú  nøktar bústaðartørvin hjá ymiskum bólkum í kommununi.

Tórshavnar kommuna eigur at laga umstøðurnar (grundstykki, byggiloyvi og byggisamtyktir v.m.) soleiðis, at møguleiki verður fyri annarleiðis bygging – og gera tað møguligt hjá øðrum at standa fyri tílíkari bygging. T.d. bjóða fakfeløgum, pensjóns- og fíggjarstovnum at vera við til at uppbyggja nýggj bústaðartilboð til borgararnar í kommununi. Tað fari eg at arbeiða fyri.

Eg vil eisini arbeiða fyri at fáa fleiri grundstykki til vega – eisini á smábygdunum í kommununi. Tá útstykkjast skal á bygd, fari eg at leggja dent á, at besti bøurin ikki verður tikin til sethúsabygging, men at roynt verður at skapa rúmd fyri øllum: bóndum og traðarmonnum líka væl sum ungum familjum, sum ynskja at seta búgv. Hetta ber til, men krevur sjálvandi umhugsni og at tikið verður atlit til øll áhugamál, so allir partar fáa ávirkan. Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verði vald inn í Býráðið.

Edith Vang, býráðsvalevni fyri Tjóðveldi

Edith Vang

Deil hesa grein umvegis
468 ad