Lýsing

Eldraøkið – títt val

Tjóðveldi er einasta andstøða til politikkin á vaglinum, Einasta veruliga alternativ, ein flokkur ið setir “Fólkið Fyrst og Fremst”.

Eldraøkið vantar orku, og tíbetur hava vit stak dugnalig starvsfólk, ið kempa sum úlvar fyri at fylgja við uppgávuni, okkurt meir skal til. Tí setir tjóðveldi inn á eldraøkinum við tíggjutúsund túsundkrónuseðlum. Tær 10 milliónirnar fara millum annað til at styrkja Heimatænastuna og at økja normeringina á ellis- og røktarheimunum. Liðugt verður við at pakka boðskapin um at “vera sum longst í egnum heimi” inn í vakurt gávupappír, tá tað í veruleikanum snýr seg um at halda aftur í útreiðslunum. Harra Gud, heimini mugu eisini vaskast fyri at nýta eitt einfalt dømi, og langt frá øll megna tað uppgávuna sjálvi, ella hava ikki ráð. So har sita tey.

Vit fara sjálvandi at veita fjølbroyttari tilboð, ið kunnu setast saman eftir tí tørvi fólk hava. Fólkið skal virðast, viðurkennast og viðfarast sum fólk við ávirkan á egið lív. Vit lyfta normeringina frá núverandi støðu, har eitt starvsfólk finst fyri hvørjar 4 brúkarar á eldraøkinum, til eina betri normering við einum starvsfólki fyri hvørjar 3 brúkarar.

Hetta kemur at gera mun. Tað kemur at betra um trivnaðin, tað kemur at kennast rættvísari. Tað kann bara undra at valevni úr samgonguflokkum nú boða um, at raðfesta eldraøki hægri, tá teir ikki hava raðfest tað hægri meðan møguleiki var fyri tíð og tørvur var á tí. Samagerð, tey boða øll tjóveldis-boðskapin, tað ið er mest umráðandi nú er at tín krossur endar á lista E. Vit halda orð.

Emil Hermansen – Tjóðveldi

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad