Lýsing

Talið Róm ímóti!

Í Tórshavnar kommunu skulu allir borgarar verða líka fyri lógini!

Tað skal ikki verða ein fyrimunur at kenna onkran, sum kennir onkran, ella hava rætta politiska litin, ella verða í krithúsinum.  Reglur og mannagongdir skulu hinvegin stýra rættindum hjá borgarunum. Ikki vinar- og kenningarpolitikkur!

Fært tú sum borgari rætt, so er tað tí, at tú hevur reglur og mannagongdir at halda teg til. Ikki persónlig sambond.

Harumframt skal tað verða spennandi og avbjóðandi at arbeiða hjá kommununi. Tú skalt merkja, at tínar royndir og fakligu dygdir verður hoyrdar og virdar.

At tala Rom ímót er ofta ein dygd heldur enn ein vansi. Talar ongin Rom ímóti, kann leiðslan skjótt handla fram eftir fummum. Eisini  tí skulu og mugu starvsfólkini, fakfólkini og royndirnar takast við uppá ráð, – eisini um tær ikki tosa politikkarum eftir munninum.

Tekur tú sum leiðsla ikki starvsfólkini við uppá ráð, demotiverar tú starvsfólkini.   Tey føla seg tilsíðussett, tí teirra dygdir verða ikki eftirspurdar.

Tórshavnar Kommuna hevur hópin av dugnaligum og væl kvalifiseraðum fólkum. Ofta eru hesi betri fyri fakliga enn politikkararnir, og hava ofta nógv drúgvari royndir. Hetta eigur leiðslan at virðismeta og gera brúk av.

Viðhvørt er tað í lagi, at politikarar ikki gera eftir tilmælum frá umsitingini. Men  tá gingið verður ímóti tilmælum, má trygd verða fyri, at avgerðin framvegis er væl grundað og innanfyri ásettar reglur og mannagongdir.

Tað fer Tjóðveldi at tryggja.

 

Annita á Fríðriksmørk, valevni

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad