Lýsing

Kommunan er næst borgaranum

Endamálið við kommununum
Kommunurnar vórðu á sinni stovnaðar við tí endamáli at veita týdningarmiklar tænastur til fólkið í nærumhvørvinum. Tá býar- og bygdasamfeløgini fingu skap gjørdis skjótt greitt, at skil mátti fáast á kloakkviðurskiftum, renovatiónini og drekkivatninum. Landsumfatandi lógarverkið var ikki snikkað til bý- og bygdasamfeløg. Eisini á tilbúgvingarøkinum vóru tað kommunurnar, ið settu skipanir í verk við til dømis sløkkiliðum. Soleiðis vórðu kommunurnar stovnaðar – við skipanum og reglugerðum, sum rukku longur enn landslógarverkið.
Við tíðini eru fleiri trivnaðartænastur lagdar aftrat teknisku tænastunum. Til dømis stovnar til børn og eldri.
Felags fyri allar tænastur er, at kommunan er næst borgaranum.
Borgarin eigur til eina og hvørja tíð at kunna venda sær til sína kommunu og biðja um hjálp ella kæra sína neyð. Kommunan eigur síðani at avgreiða málið ella taka málið upp við avvarðandi mynduleika – og soleiðis hjálpa borgarunum. Politikkarar eru valdir at tæna borgarunum.
Hetta er eisini galdandi fyri Tórshavnar kommunu. Viðhvørt hevur kommunan heimildir og ábyrgd og viðhvørt er hon millumliðið til næsta lið, ið hevur heimildina og ábyrgdina.
Til dømis eru kloakkviðurskifti burturav kommunalt málsøkið. Ferðsluviðurskifti á landsvegi er ikki kommunalt málsøkið. Viðgerð til børn, ung og onnur við rúsevnatrupulleikum er ikki burturav kommunalt málsøkið. Og soleiðis kundi ein hildið fram.
Røddir hava í seinastuni verið frammi um ítøkilig viðurskifti har Tórshavnar kommuna eigur at taka stig til loysnir. Eg eri samdur – kommunan kann altíð gera okkurt fyri borgaran. Her eru nøkur dømi:
Kloakkviðurskifti
Í miðbýnum hava borgarar ampa av lukti frá kloakk – hetta er greitt ein uppgáva hjá kommununi og skal raðfestast frammalaga. Um vantandi játtan er trupulleikin, so má meiri peningur játtast – dugnaligu starvsfólkini gera alt tey eru ment á økinum. Borgarin er viðspælari og eigur at tryggja, at viðurskiftini á privatum ognum eru í lagi. Tórshavnar kommuna eigur at samskipa arbeiðið.
Oljudálkingar
Afturvendandi oljudálkingar á landi eru í størri ella minni mun eisini ein stór avbjóðing. Leikluturin hjá kommununi eigur at vera at veita eina skjóta og góða tilbúgving og annars veita eina hjálpandi hond til borgarar um tørvur er á meiri hjálp. Um heimildir og ábyrgd eru uttanhýsis, so eigur kommunan at trýsta á neyðugu knøttarnar so at málini verða loyst skjótt og gott við virðing fyri borgarunum.
Børn og ung við rúsevnatrupulleikum
Kommunan eigur eisini at veita eina hjálpandi hond á sosiala økinum við tilbúgving og tilboðum. Børn, ung og onnur við rúsevnatrupullekum eiga at fáa neyðugu hjálpina frá kommununi. Og ikki minst tey avvarðandi. Um “landið” eigur uppgávuna, so eigur kommunan at geva borgarunum ta neyðugu hjálpina við at standa fyri samskiftinum við mynduleikan á økinum. Á temakvøldi í Miðlahúsinum fyri kortum lá í luftini, at hesi verða slept upp á fjall.
Fólk við serligum avbjóðingum
Aðrir borgarar, og avvarðandi, við serligum avbjóðingum eiga eisini at fáa neyðugu hjálpina eftir tørvi. Kommunan kann ongantíð skúgva mál frá sær og siga at “landið” eigur uppgávuna. Hon kann altið standa fyri samskiftinum við røttu myndugleikarnar borgarans vegna.
Útlendingar
Tað er gleðiligt at fleiri og fleiri útlendingar velja at búseta seg í Tórshavnar kommunu. Fyri kortum skipaði kommunan fyri eini sokallaðari “Diversity viku”. Fleiri av útlendingunum vístu á, at tey høvdu trupulleikur við málinum og samskiftinum og trupult var hjá teimum at finna øll tilboðini kommunan hevur til sínar borgarar. Eitt mál har kommunan ikki kan snúgva sær undan ábyrgd. Ítøkiligt eigur kommunan at seta ein kontaktpersón í starv – at vegleiða og tryggja borgarunum eina góða byrjan í Tórshavnar kommunu.
Ferðslutrygd í Kaldbak
Úti á bygdunum er ferðslutrygd ein avbjóðing. Tórshavnar kommuna eigur at taka stig til, um neyðugt saman við Landsverk, at taka hesi málini upp og loysa tey.
Bakkaverjan í Kirkjubø
Í Kirkjubø rokna tey við, at um eingin bakkaverja kemur, so endar bæði kirkjan og kirkjugarðurin í havinum innan stutta tíð. Bakkaverjan er ikki kommunalt málsøkið, men Tórshavnar kommuna eigur at loysa trupulleikan saman við landsins myndugleikum.

Jóannes Guttesen, listi E til valið í Tórshavnar kommunu.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad