Lýsing

Atkomuligheitin skal bøtast hjá fólki við rørslutarni

Atkomuligheitin í býnum er ikki góð. Tað hoyri eg dagliga frá fólki sum eg umgangist í mínum arbeiði.

Bæði vaksin fólk og foreldur at børnum við rørslutarni lata illa at. Millum annað er tað høgir fortovskantar, manglandi rampur, smalar hurðar og út av lagi vánalig almenn toiletviðurskifti.

Verði eg vald í býráðið í heyst fari eg at arbeiða fyri at fáa játtanina til hetta økið økta munandi. Fari sjálvsagt eisini, umframt at spyrja brúkaran, at arbeiða fyri at fáa bestu fakligu førleikarnar inn yvir, so vit fáa mest skynsomu loysnirnar á atkomutrupulleikunum.

Sigrun Wardum

Deil hesa grein umvegis
468 ad