Lýsing

Sáttmáli undirskrivaður, men trupulleikin varð ikki loystur

Nú er avtalan millum borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen og landstýrismannin í innlendismálum, Henrik Old um atkomuvegin loksins undirskrivað. Hetta er ein sera kærkomin avtala, sum bíðað hevur verið eftir í mong ár.

Men er henda avtalan nakað verd tá alt kemur til alt ?

Henda avtalan skal virka fyri, at alt tað stóra ferðslutrýstið, sum væntast tá ið tunnilin til Eysturoynna letur upp um góð 3 ár, verður flutt burtur frá Hvítanesvegnum. Ferðslan skal ætlandi beinast frá rundkoyringni, ið tunnlisfelagið letur gera á Hvítanesvegnum (við rulluportrið oman fyri Hvítanes), eftir nýggjum atkomuvegi, ið verður staðsettur norðan fyri ætlaða økið við Stórutjørn og suður ímóti verandi atkomuvegi við útstykkingina Millum Gilja. Síðani verður atkomuvegurin bundin í eina nýggja frákoyring á strekkinum millum Villingadalsvegin og Sundsvegin.

Tað vil siga, at møguleiki verður at koyra meir ella minni beinleiðis frá tunnilinum og suðureftir nýggja atkomuvegnum til Villingardalsvegin, Sundevegin ella Flatarvegin.

Í avtaluni verður víst á, at tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður tunnil gjørdur vestur eftir til Oyggjarvegin. Hetta er eisini kærkomið, tí tá kann ferðslan leiðast frá økinum oman fyri Oyggjarvegin við Hotel Føroya.

Men tað eru nøkur viðurskifti, ið mangla í avtaluni:

1. Manglandi játtan til atkomuvegin. Tað er bara ikki til at skilja, at henda avtalan ikki er komin upp á pláss fyri langari tíð síðan, tí tað verður sera trupult at fáa fígging til atkomuvegin, sum avtalan leggur upp til innan 3 ár. Her er at kalla eingin ítøkilig játtan avsett til hesa vegaføring – hvørki av kommununi ella Landsstýrinum. Hvussu ætla partarnir at fáa sett pening av til hetta næstu 3 árini. Ella skal man bara bíða eftir ferðsluruðulleikanum, tá tunnin letur upp?

2. Hvar bleiv íbindingi undir Krákugjógv av? Umframt manglandi játtan, er tað undrunarvert, at eingin avgerð er tikin um at fáa knýtt atkomuvegin og tunnilsloysn fram við Villingardali, suður ímóti vegastrekkinum undir Krákugjógv (har sum p/f AutoService halda til). Samráðingarpartarnar hava tó alt rós uppiborið, men hví er íbinding til Krákugjógv ikki komin við?

Krákugjógv manglar

Eg eri rættiliga sannførdur um, at núverandi avtala ikki fer at tálma ferðslutrýstinum á Hvítanesvegnum yvirhøvur. Tað eru gjørdar ferðslusimuleringar, sum m.a. vísa, at um so var, at koyrandi var frá tunnilsmunnanum við Hvítanes til vegastrekkið undir Krákugjógv, ja so vildi ferðslutrýstið á Hvítanesvegnum verið reduserað við meiri enn eini helvt, tvs. farið úr eini ársmiðalferðslu (tal av bilum um samdøgrið) upp á uml. 6200 til uml. 2690.

Fyriliggjandi avtala hjálpir einki upp á bíðirøðirnar á Hvítanesvegnum. Lat okkum gera fulførdar loysnir – ikki hálvar.

Gevur tú mær títt álit, vil eg steðga hovsaloysnum og virka fyri heilum loysnum.

Boði Haraldson

 

Boði Haraldson

Deil hesa grein umvegis
468 ad