Lýsing

Ítróttur setir okkum á heimskortið og skapar trivnað

 

Liðíttróttur og frælsur ítróttur eiga at hava høga raðfesting í Tórshavnar kommununi. Vit hava fleiri dømi um, at ítróttur hevur sett okkum á heimskortið við jaligari umtalu: Heimsmeistarakapping í fimleiki í Føroyum, vit eiga svimjarar í fremstu røð m.a við luttøku í OL og Paraolympics, fótbólturin og landsliðið tekur okkum aftur og aftur av bóli við sínum imponerandi úrslitum, hondbólturin er javnan eftir okkara talentum úti í verðini, vit hava fleiri DM meistarar í renning, – fyri ikki at gloyma stórmeistarin í talvi. Og so kappróðurin, sum ger okkara ítróttarverð til nakað serstakt.

Átti kanska heldur at sagt “ongin nevndur ongin gloymdur”, men lat fara. Vil bara vísa á, hvussu umráðandi tað er, at geva ítróttinum góð kor.

Hann setir okkum ikki bara á heimskortið, men fyribyrgir vánaliga heilsu og kriminalitet, hann er góður við tey ungu og gevur teimum nakað at fara til. Hann er góður fyri samanhaldið hjá børnum og ungum – og okkum tilkomnu. Og so er hann við til at gera Tórshavnar kommunu til eina attraktiva kommunu, sum fólk vilja flyta til og búgva í.

Øll hesi avrikini og talentini koma ikki av ongum. Tey krevja miðvísar venjarar, dugnaligar nevndarlimir og leiðslur og hjálparfólk, sum dagliga ella javnan leggja sína orku í at skipa alt virksemi rundan um ítróttina. Hesi gera øll tilsamans eitt sjálvboðið arbeiði, sum er vert trýsifra millióna krónutal árliga. So, jú pengarnir vinna seg innaftur.

Øll hendan orka og alt hetta virksemi krevur góðar fýsiskar karmar og amboð. Tað fer Tjóðveldi áhaldandi at virka fyri, soleiðis at Tórshavnar kommuna hevur tíðarhóskandi ítrótt, bæði innandura og uttandura.

Annita á Fríðriksmørk, valevni

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad