Lýsing

Íbúðir til fólk í Suðurstreymi við serligum avbjóðingum NÚ

Tað er ikki rúm fyri fólk við menningartarni og øðrum serligum avbjóðingum í miðstaðarøkinum

Alt ov leingi hava okkara politikarar vitað av, hvussu illa stendur til við bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum í miðstaðarøkinum, uttan at gera nakað sum helst við trupulleikan annað enn at yppa øksl.

Tað er ein sannroynd, at í 2015 vóru útvið 100 fólk í hesum partinum av landinum, sum antin onki bústaðatilboð høvdu (búðu hjá avvarðandi) ella búðu í sambýlum, sum ikki longur eru egnaði til bústað. Hesir bústaðir eru rætt og slætt REYÐLISTAÐIR av Landsverki og Almannaverkinum. Tað merkir í stuttum, at bygningarnir eru so illa farnir, at tað ikki loysir seg at brúka pening uppá teir.

Í sama tíðarskeiði síggja vit enn eina sannroynd, nevniliga, at borgarar, sum natúrliga hoyra til í miðstaðarøkinum, og sum hava tørv á bústaði við starvsfólkatænastu, verða forvístir til aðrar partar í landinum.

Tað er púra burturvið, at Tórshavnar kommuna blakar alla ábyrgd frá sær, tá tað kemur til hendan samfelagsbólkin. NÚ má vend koma í. Tí verður hetta avgjørt eitt av teimum málum eg fari at arbeiða fyri, verði eg vald í býraðið tann 8. novembur.

Sigrun Wardum

valevni á lista E í Suðurstreymi

Sigrun Wardum

Deil hesa grein umvegis
468 ad