Lýsing

Áhugafelagskapir hava virði og vitan

Tórshavnar kommuna veitir týðandi vælferðartænastur. Tað setir stór krøv til politikarar og fyrisiting so hvørt uppgávurnar vaksa og broytast. Nærløgd stýring og planlegging er neyðug á sosialu økjunum. Politikkurin má vera haldbarur og inndragandi. Skúlar, eldraøkið, dagstovnaøkið, brekøkið, integrasjón ella hvat enn talan er um, eru økir í støðugari broyting. Loysnin í dag er kanska ikki loysnin í morgin.

Tí skulu vit seta okkum sum mál, at tey átøk vit fremja og teir leistir vit nýta, taka støði í veruligu umstøðunum. Vit skulu tora at hoyra tær visjóneru, men eisini einføldu loysnirnar, og ikki minst kritikkin. Samstarvsloysnin er tann sum skal til, tað er hon ið ber á mál.

Eg eri samdur, tá forkvinnan í MBF í lesarabrævi sigur, at virðingin fyri teimum 25 limafeløgunum er neyðug. Hetta er umráðandi tá verulig og munagóð átøk skulu fremjast í verki, eisini eitt nú á eldraøkinum. Tað er oyðsl av tilfeingi, gagnnýta vit ikki vitanina, royndirnar og sjálvbodna arbeiðið til fulnar. Bara at tveita milliónir eftir avbjóðingum í vónini at tær hvørva, hevur ongantíð riggað.

Vælferð kostar, og raðfesting verður sjálvandi altíð neyðug. Taka vit fíggjarstýrings-brillurnar uppá, ja so er heimurin uppbygdur av tølum, og møguleikarnir tykjast avmarkaðir. Men sjálvbodni sektorurin er fullur av vitan. Tey hava skipað seg í feløg tí tey hava okkurt álvarsamt uppá hjarta, ynskja samstarv og ávirkan. Tí kann í mongum førum gerast dýrt ikki at samstarva og royna nýggjar loysnir.

Endaliga ábyrgdin av sosialu økjunum liggur hjá myndugleikunum. Men vit eiga at inndraga brúkarar og feløg væl meira. Sum dømi hava Vitjunarvinir undir Reyða Krossi virkað sum týðandi tænasta afturat eldraøkinum í Tórshavn, og hava hesi tikið tiltrongda hond um trupulleikan við einseminum, ið fleiri eldri uppliva.

Tað finnast sjálvbodnar kreftir, og vit fara at styrkja og velja samstarvsleistin. Saman við feløgum, stovnum, starvsfólkum og brúkarum kortleggja vit betri avbjóðingarnar og finna viðkomandi loysnir. Brúkarar og áhugafeløg vita jú betri enn vit hvar skógvurin trýstir, og hvar loysnirnar vanta í praksis. Hesum fari eg at arbeiða fyri.

Emil Hermansen, býráðsvalevni

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad