Lýsing

Staðbundnu nevndirnar ongan myndugleika

Býráðslimir taka ikki staðbundnu nevndirnar í Tórshavnar kommunu og uppgávu teirra í nóg stórum álvara.

Tað halda ið hvussu er nevndarumboð og borgarar, sum vit tjóðveldisvalevni higartil hava hitt á rundferð okkara í kommununi undir heitinum “Vit lurta”.

Sambært kommunustýrislógini hava kommunur møguleika at seta staðbundnar nevndir til tess at útinna eitt munadygt, staðbundið fólkastýri.

Kommunustýrið ásetir tað staðbundna økið, reglur um limatal, samanseting og annað viðvíkjandi staðbundnum nevndum í kommunustýrisskipanini.

Hevur kommunustýrið samtykt at seta eina staðbundna nevnd, skal nevndin hoyrast, áðrenn avgerð verður tikin í málum, sum hava við staðbundna økið hjá viðkomandi nevnd at gera.

 

6 staðbundnar nevndir

Sum er hava seks bygdir í Tórshavnar kommunu eina staðbundna nevnd (Kollafjørður, Kaldbak, Hvítanes, Nólsoy, Kirkjubøur/Velbastaður og Hestur/Koltur).

Hetta eru 5-mannanevndir, har staðurin velur trý og kommunustýrið tvey umboð (borgarstjórin og ein kommunustýrislimur).

Umframt hesi fimm kunnu eisini embætisfólk, ið varða av málunum, ið standa á dagsskrá, vera við á fundunum.

Men sum lýst omanfyri, er ein ávís misnøgd í bygdunum við avrikini hjá hesum nevndum og býráðnum – og hetta hava vit í Tjóðveldi lagt okkum í geyma.

 

Økisnevndin føst nevnd

Vit halda, at staðbundnu nevndirnar áttu at havt meiri myndugleika, enn tær hava sum hoyringspartur. Tí eru vit fús til at endurskoða skipanina við staðbundnum nevndum.

Tórshavnar býráð hevur eisini eina aðra ráðgevandi nevnd, sum kallast Økisnevndin og sum er undir fíggjarnevndini.

Henda nevndin skal viðgera og taka stig til at dagføra og menna bygdirnar í kommununi.

Tjóðveldi fer at mæla til, at Økisnevndin verður skipað sum føst nevnd í býráðnum at taka sær av málum, sum viðkoma bygdunum.

Tjóðveldispolitikkur er, at fólkið í bygdunum hevur somu kor og tænastur, sum fólkið í tættbýlunum í og kring høvuðstaðin. Tí er umráðandi at reka ein virknan politikk í bygdunum, virða teirra sereyðkenni og handla hareftir.

Vantandi viðlíkahald og fríðkan av felagsøkjum í bygdunum er ein trupulleiki, ið skal loysast. Her vilja vit virka fyri, at fólk við føstum tilknýti til staðið kunnu standa fyri vanligum viðlíkahaldi, fríðking, rottutýning v.m.

X við E!

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Deil hesa grein umvegis
468 ad