Lýsing

Vaksandi avlop, lágur rakstrarvøkstur og málrættaðar íløgur

Skynsamur búskaparpolitikkur:

Vit stevna – við vøkstri, vælferð og varsemi – fram móti búskaparligum sjálvbjargni.

Avlop landskassans væntast at gerast 112 mió. kr. í fíggjarlógini fyri 2017. Eftir 8 ár við halli hjá landinum væntast sostatt avlop í ár og vaksandi avlop í 2017. Eisini gerst fíggjarliga langtíðarhaldførið hjá landinum betur. Hetta verður rokkið við skynsomum búskaparpolitikki, herundir lágum rakstrarvøkstri, málrættaðum íløgum og inntøkuvøkstri vegna framgongd í føroyska samfelagnum.

 

Tað gongur væl

Tað gongur væl í Føroyum í dag. Stórur búskaparvøkstur á 7-8%, vøkstur í lønargjaldingum á út við 7% og arbeiðsloysi á bara góð 2%. Samstundis er stórur vøkstur í uppsparingini hjá føroyingum. Seinastu 12 mánaðarnar hava húsarhald økt innistandandi í føroysku peningastovnunum við 9%, ið er góðar 700 mió. kr., og vinnulívið við 6%, ið er um 200 mió. kr. Í sama tíðarskeiði eru útlánini til húsarhald bara økt 3%, ið er um 300 mió. kr., meðan útlánini til vinnulívið standa í stað. Kommunurnar rinda eisini skuld skjótt niður, og eru allar kommunur undir eina álíkning í skuld. Landið hevur nú eisini vaksandi avlop, so vøksturin og framgongdin í dag eru ikki grundað á lánifíggjaða nýtslu, so sum vit hava sæð í undanfarnum uppgongutíðum í Føroyum. Tvørturímóti, so uppspara føroyingar sum ongantíð áður.

 

VARSEMI

Vit vísa varsemi við fíggjarlógini. Tí góðar tíðir krevja varsemi og skynsama búskaparstýring.

 

Vit eru nú í góðum tíðum, og landsstýrið velur tí at leggja seg eftir, at halda aftur í rakstrarútreiðsluvøkstrinum, soleiðis at hesin veksur minni enn búskaparvøksturin og minni enn inntøkuvøkstur landsins. Vanligu rakstrarútreiðslurnar í fíggjarlóg landsins fyri 2017 vaksa minni enn tvey prosent, hóast stóran búskaparvøkstur og inntøkuvøkstur á 4,5% sammett við fíggjarlógina fyri 2016. Hetta bøtir um sokallaða bygnaðarliga hallið og styrkir fíggjarliga langtíðarhaldførið hjá landinum.

 

Hóast stóra búskaparvøksturin er búskapurin sum heild ikki ovhitaður. Hinvegin eru sokallaðir fløskuhálsar, ið eru avmarkaðir til ávísar vinnur og til ávís øki í landinum. Fyri at minka trýstið av fløskuhálsum innan byggivinnuna, hevur landsstýrið avgjørt at minka landsins játtan til byggiíløgur við 13% í fíggjarlógini fyri 2017 í mun til samtyktu játtanarkarmarnar í vár. Ístaðin verður upphæddin flutt til árið 2020, tá færri almennar íløgur verða gjørdar.
Landið fremur tó ikki búskaparstýring einsamalt. Tí landsins íløgur í fíggjarlógini á 257 mió. kr. eru minni enn 20% av samlaðu almennu íløgunum í 2017. Tí er neyðugt, at land, kommunur og almenn feløg samstarva um at tillaga virksemið í mun til búskapargongdina. Vit eru tí í samskifti við viðkomandi partar um, at allir partar taka og vísa ábyrgd, tá ið umræður skynsama búskaparstýring. Umframt landið, hava aðrir partar eisini avgjørt at útseta ávísar byggiíløgur, eitt nú SEV og Bústaðir.

 

Enn ein týðandi orsøk til at vísa varsemi í hesum døgum er, at búskaparvøksturin í samfelagnum millum annað er komin av viðurskiftum, ið vit ikki hava stórvegis ávirkan á. Laksaprísirnir eru í løtuni óvanliga høgir, nøgdirnar av uppsjóvarfiski eru stórar, oljuprísirnir lágir og rentustøðið søguliga lágt. Tað er tí týðandi, at samfelagið verður rikið á ein skynsaman hátt, ið tryggjar at landið eisini er væl fyri, tá ið oljuprísurin og rentan hækka, nøgdin av uppsjóvarfiski minkar, og laksaprísirnir lækka. Hetta verður gjørt við at halda aftur í rakstrarútreiðsluvøkstrinum, fremja nýskipanir, økja avlop landskassans, rinda aftur skuld í góðum tíðum og at seta pening í búskapargrunn hjá landinum.

 

Við avlopi í ár og komandi ár fara vit at minka skuldina hjá landinum, og fer 80% av yvirskotinum til at minka skuld landsins, samstundis sum 20% av avlopinum verður sett í Búskapargrunn Føroya at standa ímóti við í verri tíðum.

 

VØKSTUR

Vit fremja varandi fólkavøkstur, vaksandi virðisøking og vaksandi sjálvbjargni við fíggjarlógini. Tí hetta er lykilin til at møta høvuðsavbjóðingum okkara, fer at styrkja okkara samfelag, og gera okkara samfelag fíggjarliga haldført.

 

Varandi fólkavøkstur er avgerandi fyri, at tryggja framtíðina hjá landi og fólki. Vit hava størsta fólkavøksturin í mong ár. Nærkast nú 50.000 íbúgvum. Eru vorðin 618 fleiri seinasta árið – 342 kvinnur og 276 menn. Fleiri átøk eru framd og verða framd fyri at halda áfram við hesi góðu gongd. Barsilstíðarskeiðið er longt við 6 vikum, og familjuískoyti er sett í verk til familjur í fíggjarliga trongum korum. Eisini er munandi skattalætti latin lág- og miðalløntum – ein skattalætti á upp í 8.500 kr. árliga fyri persón við miðalløn.

 

Komandi ár hækkar barnafrádrátturin hjá smábarnafamiljum munandi. Fyri børn undir skúlaaldur fer frádrátturin úr 6.500 kr. upp í 9.200 kr. fyri hvørt barnið. Eisini hækkar stuðulin til lesandi við børnum, eins og lestrarstuðulin fyri lesandi undir styttri vinnuførleikagevandi og hægri útbúgving hækkar, og Mentanargrunnurin verður styrktur, fyri at skapa størri trivnað, framgongd og fyri at fáa enn fleiri av okkara ungu at velja Føroyar sum landið har tey liva og virka.

 

Vaksandi virðisøking er ein týðandi lykil til fleiri størv og varandi fólkavøkstur. Vit fremja tí munandi uppraðfesting av fiskivinnugransking. Hetta vil, saman við fiskivinnunýskipan, og betri marknaðaratgongd fyri útflutning okkara, skapa virðisøking og fleiri størv í Føroyum. FarGen verkætlanin verður eisini uppraðfest, betri samskipan av ferðavinnuni verður framd, Føroyar sum maritimur tænastudepil marknaðarførdur, filmshús sett í verk og munandi íløga í talgilding av Føroyum – herundir eina talgilda undirskrift til allar føroyingar – eru millum átøkini at skapa størri virðisøking og fleiri størv komandi árini.

 

Vaksandi sjálvbjargni er eitt av grundleggjandi málum okkara. Vit seta tí ferð á heimtøku av útlendingamálum, persóns-, familju- og arvarættinum, og loftrúmi okkara í komandi árinum. Fólkaatkvøðan um nýggja stjórnarskipan verður eisini í 2017, har føroyingar fáa søguliga møguleika at atkvøða um sína egnu stjórnarskipan. Og vit taka eisini størri ábyrgd í altjóða samfelagnum við at fýrafalda játtanina til neyðhjálp. Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð verða sett á stovn fyri at virka fyri fíggjarligum støðufesti, eins og Búskapargrunnur Føroya verður fingin at virka sum búskaparpolitiskt amboð at javna sveiggini í búskapinum og røkka einum sjálvbjargnum búskapi.

 

Vit vilja ikki bara byggja land, men vilja byggja burðardygt land. Vit fremja tí ítøkilig átøk at stimbra áhugan at leggja um frá dálkandi loysnum til umhvørvisvinarligar loysnir. Nýggj náttúruverndarlóg verður smíðað. Vegskatturin verður umlagdur til gjald, ið er tengt at útláti og dálking, og afturbering av MVG verður latið til el- og vetnisbilar og góðkendar grønar hitaskipanir til hús. Hetta eru átøk, ið samstundis gera okkum minni heft av oljuinnflutningi og harvið meira sjálvbjargin sum land.

 

VÆLFERÐ

Vit styrkja okkara vælferðarsamfelag við fíggjarlógini. Tí tryggar og góðar vælferðartænastur og menning kring alt landið, eru ein av grundsúlunum undir, at skapa framgongd og trivnað í okkara landi – fyri bæði fólk og vinnu.

 

Heilsuverkið verður styrkt. Fyrstu tilmælini úr menningarætlanin fyri heilsuverkið verða sett í verk, og landssjúkrahúsið verður útbygt. 5 mió. kr. verða settar av til, at fáa fleiri serlæknar í starv. Eisini verður eyka skurðlinja tøk, fyri at minka bíðilistar og veita enn betri tænastu. Demenssamskiparar fara nú til verka, arbeiðið við skipan av heilsudeplum kring landið heldur áfram, og somuleiðis verður økispsykiatriin fult útbygt.

 

Eitt samfelag verður fyrst og fremst mált eftir, hvussu tað tekur sær av teimum, ið hava allarstørsta tørvin á hjálpandi hond. Vit halda tí sjálvandi áfram at menna fleiri og betri tænastur til fólk við serligum avbjóðingum. Játtan er sett av til nýggjar bústovnar, Barnaheimið verður raðfest, og serligt skipað miðnám verður nú skipað kring landið, so øll fáa møguleika fyri útbúgving eftir fólkaskúlan.
Pensjónsnýskipanin kemur eisini til viðgerðar á Løgtingi fyrst í nýggja árinum. Ein nýskipan, ið skal tryggja framtíðar pensjónistum trygg og góð pensjónsviðurskifti, samstundis sum skipanin skal styrkja fíggjarliga haldførið hjá vælferðarsamfelagnum framyvir. Pensjónsnýskipanin verður eftir ætlan sett í gildi frá 1. januar 2018.

 

Vit halda áfram at byggja land og at binda landið enn betur saman. Tí eru fleiri túrar longu settir inn til og úr Suðuroynni og Sandoynni, Viðareiðistunnilin er liðugur, og farið verður nú undir at gera Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar til veruleika. Fyrireiking til nýggjan Hvalbiartunnil er eisini í gongd, eins og støðugar ábøtur verða framdar á vegakervið og havnarløg kring landið.

 

Búskaparligt sjálvbjargni nærkast

Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum.
Ongantíð áður hevur framleiðslan verið so stór sum nú.
Ongantíð hava lønargjaldingar og inntøkur verið so høgar sum nú.
Og ongantíð hava vit havt so nógvar íbúgvar sum nú.
Longu í dag er okkara tøka bruttotjóðarinntøka fyri hvønn íbúgva hægri og skuldin lægri, enn eitt nú í Íslandi og í Danmark. Sum dømi kann nevnast, at í fjør var tøka føroyska bruttotjóðarinntøkan fyri hvønn íbúgva 369 tús. kr. árliga, meðan henda í Danmark var 353 tús. kr. árliga.

 

Vit eiga tí at seta okkum spurningin, hvat endamálið er við, at Føroyar framhaldandi fáa ríkisveiting, og nær rætta løtan er, at stigvíst gera búskap okkara leysan av hesi veiting. Ein veiting sum í dag er minni enn fýra prosent av árligu framleiðslu (BTÚ) okkara.

 

Í ár eru 70 ár síðan føroyingar á fólkaatkvøðu valdu, at Føroyar skuldu skipast sum sjálvstøðugt land. Enn eru vit ikki komin á mál, men kunnu staðfesta, at allir flokkar á Løgtingi siga seg vilja hava ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Fyrstu stigini hava vit tikið við at fastfrysta ríkisveitingina aftur, so henda gerst ein støðugt minni partur av búskapinum. Men hvussu nógv størri skal framleiðsla og inntøka landsins vera, áðrenn víðari stig verða tikin? Og um vit ikki taka hesi stigini í góðum tíðum, hvør skal so gera hetta og nær?

 

Vit eru nú nær einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi og samfelagi, og við átøkunum í fíggjarlógini fyri komandi ár koma vit – við vøkstri, vælferð og varsemi – enn nærri máli samgongunnar um einar sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar.

 

Kristina Háfoss

Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Deil hesa grein umvegis
468 ad