Lýsing

Røða hjá Ingolf S. Olsen: 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017

Harra formaður

Tað er gleðiligt, at vit í fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er til viðgerar, kunnu rokna við einum avlopi á góðar 112 milliónir krónur.

Gongdin er av álvara vend, og tað er gott. Men kynstrið nú er at halda fast í gongdini. Ella fáa sum mest burtur úr hákonjunkturinum, so vit einaferð tola ein lágkonjunktur aftur. Tí teir fara við vissu at vitja aftur.

 

Fiskimálaráðharrin greiddi væl frá raðfestingunum á fiskivinnuøkinum, so eg skal ikki fara inn í smálutir viðvíkjandi hvørjari einstakari játtan.

Men raðfestingarnar mynda ógvuliga væl kósina hjá hesi samgonguni. Og hon er røtt.

 

Nú er gongd í at gera útbjóðingartilfarið til nýtt havrannsóknarskip, og eg má siga, at eg nú havi álit á, at verkætlanin endiliga verður til nakað, soleiðis at vit um trý ár hava eitt gott og tíðarhóskandi havrannsóknarskip.

 

Hetta er ein stór íløga, 215 milliónir krónur tilsamans, men hetta er ein íløga, sum við vissu fer at løna seg. Eitt nýmótans og væl útgjørt havrannsóknarskip fer at verða ein katalysatorur, sum heilt vist fer at skunda undir ta virðisøking í fiskivinnuni – og harvið økta samfelagsavkastið – sum jú er eitt felags mál fyri okkum øll her á tingi.

 

Havstovan fær eina millión eyka, í fyrsta lagi fyri at bøta um stovnsmetingarnar. Hetta er sera tiltrongt, tí í dag hava vit ongar stovnsmetingar fyri fleiri av teimum fiskasløgunum, vit dagliga troyta á føroyagrunnunum.

 

Eisini er tað at fegnast um, at Fiskiveiðieftirlitið fær meira pening, soleiðis at eftirlitið verður styrkt við, hvussu okkara felags ogn, tilfeingið í havinum, verður handfarin av teimum, ið fáa framíhjárætt at troyta hana.

 

Og tað er at frøast um, at tað við hesum uppskotinum er lagt upp til at hækka játtanina til fiskivinnuroyndir við 5,3 milliónir krónur.

 

Tað kanska ljóðar av nógvum, men tað er ikki eitt oyra ov nógv. Við hækkingini verður samlaða játtanin til fiskivinnuroyndir 8,8 milliónir krónur. Men eg haldi, at vit skulu stremba eftir, at játtanin um fá ár verður minst fimm ferðir so stór.

 

Tí eins og við havrannsóknarskipinum er hetta ein neyðug íløga, um vit skulu hava ta virðisøking, sum vit øll ynskja.

 

Og alt hetta er eisini væl í samsvar við fiskivinnunýskipanina, sum henda samgongan hevur sett sær fyri at gjøgnumføra SAMAN við andstøðuni.
Ein týðandi táttur í fiskivinnunýskipanini er nevniliga økt virðisøking og harvið økt samfelagsavkast – sum harafturat skal býtast javnari enn nú.

 

Vit viðgera nú fíggjarlógina fyri 2017, men allar fíggjarlógir eftir tað fara at verða beinleiðis bundnar av úrslitinum, sum spyrst burtur úr samráðingunum um eina nýggja fiskivinnuskipan, og tær samráðingarnar byrja í næstum.

 

Tí er tað sera avgerandi, at vit øll taka hetta málið í so stórum álvara, at vit ikki lata tað drukna og doyggja í meiningsleysum taktiskum stríði millum samgongu og andstøðu.

 

Tað er sagt av nógvum og tað fleiri ferðir, at vit duga ikki parlamentarismu í Føroyum. Vit duga at telja upp í 17, og so snýr alt seg um, um nakar kjansur er at fáa talið niður á 16, so tey, sum sita við valdinum, missa tað, og tey, ið ynskja sær tað, KANSKA fáa tað.

 

Eg fari ikki at gera nakran flokk her inni betri ella verri enn ein annan í so máta. Men lat okkum øll við fiskivinnunýskipanini, sum verður grundvøllurin undir okkara fíggjarligu framtíð og harvið okkara vælferð, vísa, at vit eru búgvin til parlamentarismu. At vit eru búgvin at taka neyðugar avgerðir í felag, tvørtur um floksmørk og tvørtur um samgongu-andstøðumørk.

 

Tað skal vera mín inniliga áheitan, og eg vil gera mítt til, at tað skal eydnast.

 

Eg fari ikki at viðgera øll málsøkini í fíggjarlógaruppskotinum, men eg vil tó nevna, at eg eri sera glaður um broytingarnar, sum Eyðgunn Samuelsen, almannamálaráðharri, ger á dagpeningaøkinum. Broytingar, sum betra umstøðurnar hjá okkara fiskimonnum og -kvinnum, við tað, at sjúkratrygdin, sum vit kenna hana, fellur burtur. Fram eftir verða fiskimenn og -kvinnur fevnd av dagpengalógini og teimum tilboðum, ið hoyra henni til.

Hetta er eitt arbeiði, sum eg veit, at almannamálaráðharrin hevur gjørt í tøttum dialogi við millum annað Fiskimannafelagið fyri at tryggja, at tey, ið málið fyrst og fremst snýr seg um, eru tikin væl og virðiliga upp á ráð.

 

Aftur til sjáva fíggjarlógina.
Jú, útlitini eru góð, og kósin sett.

Men eg skal ikki dylja, at eg als ikki eri nøgdur við allar raðfestingarnar, ella rættari tær raðfestingar, ið eftir mínum tykki vanta.

 

Á íløgusíðuni kann eg staðfesta, at tey tvey økini, ið av náttúrligum orsøkum standa mær næst, eru fullkomiliga burturgloymd: Vágar og Eysturoyggin.

 

Fyri bara tveimum árum síðan vóru 14 milliónir krónur settar av til Ferðsluætlan Vágar árini 2014-2017. Í praksis er tað higartil blivið til 5,7 millónir krónur.

 

Í 2018 eru so tvær milliónir settar á aftur, men tá eru vit ikki komin longur enn reiðiliga upp á helvtina av tí, sum upprunaliga lá í kortunum.

 

Og so liggur eitt týðandi arbeiði á láni, sum peningur mær vitandi langt síðani er játtaður til, nevniliga rundkoyringin við flogvøllin. Hon kann ikki gerast, tí eitt stoypt betonggólv er í vegin. Eitt gott 70 ára gamalt stoypt gólv, til støddar sum ein neystagrund.
Tað er friðað saman við øllum øðrum jarðføstum krígsminnum í landinum.

 

Sjálvandi skulu verja um okkara søgu og tær søguligu leivdir, ið eru. Men máti skal vera við. Skal alt frá seinna heimsbardaga bókstaviliga friðast, so kann í øllum førum onki sum helst gerast í Sørvági og har um leiðir, tí har standa hópin av grundum allar staðir.
Tí mugu vit velja út, hvat vit vilja varðveita, og tað ber ikki til at velja alt.

 

Eg fari at heita á avvarandi landsstýrisdfólk, samferðslumálaráðharran, sum umvegis Landsverk varar av okkara landsvegakervi, og mentamálaráðharran, sum umvegis Søvn Landsins, varar av krígsminnunum, um at finna eina loysn á hesum málinum beinanvegin, so atkomuviðurskiftini til flogvøllin og Sørvágs vera gjørd sum ætlað – tað er, sum tey vórðu stungin út í kortið fyri eitt nú Sørvágs Kommunu, og sum hon síðani hevur tikið avgerðir og gjørt íløgur eftir, millum annað við ger av ídnaðarøki og staðseting av útbygging í kommununi annars.

 

Í Mykinesi eru havnarumstøðurnar beinleiðis hættisligar, tí vandi er fyri, at fólk verða skolað i havið av óløgum, tá fólk annaðhvørt fara í land av bátinum, ella standa og bíða eftir at sleppa umborð.
Tað kostar umleið tvær milliónir krónur at gera havnaviðurskiftini í Mykinesi varandi forsvarlig, men ikki eitt oyra er sett av til hetta.

 

Taka vit Eysturoynna, so haldi eg meg hava hoyrt upp í saman um vegin í Skálafirði, síðani eg flutti aftur til Føroya fyri 15 árum síðani.

 

Onki er hent. Vegurin er, sum er, lívshættisligur, og um tvey-trý ár skal hann eisini lofta øktu ferðsluni, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

Í vár uggaði eg meg við, at vegurin hóast alt var nevndur í játtanarkørmunum. Har stóð, at nýggi vegurin í Skálafirði skuldi raðfestast frá og við 2019. Alt ov seint, men hóast alt betur enn ongantíð.

Men nú, tá fíggjarlógaruppskotið fyriliggur, standa null krónur til nýggjan veg í Skálafirði – eisini í 2019.

v seint, men hóast alt betuyr ´h-trr lava hoyrt upp setta av til hetta.

jarðføstum kr jta

Eg seti mítt álit á, at fíggjarnevndin hóast alt fer at síggja tað óskynsama í fullkomiliga at seta propp í almennu íløgurnar í Vágum og Eysturoy.
Her er ikki talan um verkætlanir, sum bara eru góðar og bekvemmiligar at gera, men um verkætlanir, sum eru alneyðugar, og sum hava skund.

 

Eg byrjaði við at nevna avlopið í fíggjarlógaruppskotinum.

Tað er deiligt at hava eitt yvirskot á 112 milliónir. Tað er eisini neyðugt, tí vit skulu áhaldandi trimma og menna okkara búskap fram ímóti at gerast 100 prosent sjálvberandi, so vit tá púra náttúrliga taka fulla ábyrgd av hesum pragtfulla landi.

 

Men vitnar hetta yvirskotið á 112 milliónir krónur um, at vit eisini hava politiskt yvirskot at trimma og menna okkara samfelag, so vit kunnu taka burtur tað vælferðar-UNDIRSKOTIÐ, vit enn hava?

 

Tað er gott, at vit viðurkenna altjóða ábyrgd og hava hækkað játtanina til neyðhjálp.

Men eg eri als ikki errin av øllum á heimliga vælferðarøkinum.

 

Eg hevði ynskt, at vit beinanvegin kundu bøtt um fíggjarligu viðurskiftini hjá okkara fyritíðarpensjonistum. Tað gera vit ikki. Ein uggi er, at landsstýrið arbeiðir við onkrum, sum skal tryggja ábøtur, áðrenn sjálv pensjónsnýskipanin er framd.

 

Eg hevði eisini ynskt, at vit beinanvegin brúktu nógv meira pening til endurvenjing av fólki, ið hava mist førleikar av sjúku ella vanlukku.

 

Eg hevði ynskt, at vit beinanvegin kundu gjørt nógv meira fyri fólk við sálarligum trupulleikum.

 

Ja, eg havi nógv ynski á almannaøkinum og heilsuøkinum. Onkur kann av røttum spyrja meg, hví hetta bert eru ynski, tá tað oftast verður formulerað sum krøv, um tað snýr seg um íløgur í vegir, tunlar og onnur bygningsverk.

 

Eg dugi heldur ikki serliga væl at finna trúlig argument fyri, hví vit ikki bara hava meira fokus á vælferð og samhaldsfesti, tá vit raðfesta, heldur enn alla tíðina at siga umskylda fyri at gera ov lítið.

 

Vit hava ein almannamálaráðharra, Eyðgunn Samuelsen, og ein heilsumálaráðharra, Sirið Stenberg,sum hvønn dag berjast ein harðan dyst fyri síni vælferðarøki. Teirra leiklutur liggur ikki eftir, men tær hava ov lítið av pengum at arbeiða við.

 

Eg eri tó sannførdur um, at vit hava sett eina kós, sum er røtt, og har stavnhaldið umframt sjálvbjargni er samhaldsfesti og vælferð.

 

Tí kósini skulu vit halda fast í. Tí EITT vita vit, at um henda samgongan ikki leverar vøruna, so verða okkara vøkru ynski skjótt framsett sum krøv – um ikki av okkum, so av borgarunum, veljarunum.

 

Takk fyri.

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad