Lýsing

Frá føroyakortinum á heimskortið!

Í øldir hava vit dugað at yvirlivað saman við øgiligu og stórfingnu náttúruni kring okkum. Avmarkað fólkatal og tøkni hevur syrgt fyri, at fiskar, fuglar og kríatúr sum heild hava trivist væl saman við føroyingum. Men hetta er als ikki nøkur sjálvfylgja í dag.
Avleiðingarnar frá manngjørdum vakstrarhús útláti, harímillum veðurlagsbroytingar, er ein tann størsta altjóða avbjóðingin í nýggjari tíð. Hóast trupulleikin bert kann loysast globalt, um vinnulív og tjóðir kring allan heimin samstarva, so trúgvi eg at vit í Klaksvíkar kommunu ikki skulu bíða eftir restini av heiminum, men heldur hugsa globalt og handla lokalt, við at vísa nógv størri virðing fyri okkara tilfeingi og umhvørvi. Okkara samfelag og búskapur er grundleggjandi tengd at umhvørvinum, og tí eigur tað sjálvsagt at verða fremsta politiska raðfesting hjá okkara fólkavaldu, at tryggja burðardygga menning.
Nýggja bussleiðin og sjóhitaskipanin eru dømur uppá praktiskar og umhvørvisvinarliga loysnir, sum sitandi samgonga hevur sett í verk. Hetta eiga vit at fegnast um, og framhaldandi at ganga á odda við líknandi átøkum.
Okkara fiskvinnubýur skal virða havið og minimalisera sjónligt rusk og plast. Umframt bussleiðina skulu vit duga nógv betri at skipa býin og kommununa meira súkklu og gangivinarliga. Vit skulu bjóða fleiri alternativar bústaðarmøguleikar mitt í býnum, soleiðis at borgarar ikki noyðast at keypa sær bil fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, og harvið eisini fyribyrgja at bústaðarbygging ikki etur seg óneyðuga langt útum bøgarðarnar. Vit kunnu skipa gøtuljósini orkusparandi og eisini læra okkum at sløkkja tey í útvaldum støðum ávísar vetrarnætir, bæði fyri at spara pening og orku, men eisini fyri at njóta myrkrið og tær stjørnurnar og hendinga norðlýsið, sum onkutíð fylgja við.
Um vit øll framhaldandi vilja búgva og virka í einum av heimsins vakrastu kommunu, so noyðast vit eisini at finna góðar grønar loysnir uppá avbjóðingarnar, sum stinga seg upp í samband við vaksandi búskap, íbúgvara- og ferðafólkatal. Sum býráðsvalevni fyri Tjóðveldi bjóði eg meg fram at varðveita kósina og leggja røttu orkuna í at seta fleiri tiltøk í verk, soleiðs at Klaksvíkar kommuna flytur seg frá 20’indu aldar býarplanlegging og inní framtíðina, og markerar seg frá føroyakortinum og uppá heimskortið, sum eina framskygda og umhvørvisvinarliga kommunu.

Rasmus S. Biskopstø valevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad