Lýsing

Kubanar vilja hava føroyskan fisk

 

Tá amerikanski forsetin Barack Obama og kubanski El Jefe, Raoul Castro, hin 17. desember 2014 boðaðu frá, at USA og Kuba fóru undir eina tilgongd at normalisera viðurskiftini landanna millum, kveikti tað nýggjan áhuga fyri Kuba. Tað gongur ongin vika uttan prominentar vitjanir í kubanska høvuðsstaðnum, hóast landið bert telur 11 milliónir fólk.

Hvørja einastu viku er ein parlamentarisk nevnd á vitjan, og sjálvur fekk eg høvi at vitja býin og landið saman við uttanlandsnevndini hjá fólkatinginum í døgunum frá 22. til 26. september. Frammanundan var nevndin nakrar dagar í Washington og kunnaði seg um viðurskiftini hjá USA við Kuba og onnur aktuell politisk viðurskifti har.

Eg hitti hvørki Fidel ella Raoul á hesum sinni. Teir vóru fult upptiknir, tí í somu viku vitjaðu bæði iranski forsetin Hassan Rouhani, japanski forsetin Shinzo Abe, palestinski leiðarin Mahmoud Abbas og indiski varaforsetin Hamid Ansari í Havana.

Kubanar tóku kortini væl ímóti, og vit vóru á fundi við uttanlandsnevndina hjá kubanska tjóðartinginum, uttanríkisráðið á Kuba MINREX og ráðið fyri uttanríkishandil MINCEX. Og tey vóru ikki heilt eiðasør, tá tað kom til áhuga fyri Føroyum.

Áhugi fyri samstarvi við Føroyar

Á síni vitjan í Føroyum fyri stuttum hitti kubanski sendiharrin í Danmark, Yilliam Gomez Sardinas, millum onnur landsstýrismenninar í fiskivinnumálum Høgna Hoydal og uttanríkis- og vinnumálum Poul Michelsen. Tá vórðu umrødd ymisk møgulig vinnulig viðurskifti at samstarva um. Helst var tað orsøkin til, at kubansku myndugleikarnir buðu mær á serligan fund við deildirnar í kubanska fiskimálaráðnum, CARIBEX, sum umsita allan innflutning og útflutning av fiski og aling á Kuba.

Elio Rodriguez Perdomo, ambassadørur og stjóri fyri deildini, sum fevnir um Evropa og Kanada í uttanríkisráðnum, staðfesti, at tey høvdu noterað sær áhugaverda frásøgn frá Yilliam Gomez Sardinas, sendiharra, sum vitjaði í Føroyum herfyri. Hann vildi fegin virka við til at fremja eitt samskifti millum londini – og vísti serligan áhuga fyri samstarvi viðvíkjandi fiski- og alivinnu.

Pedro Zamoro, sum varðar av handilsligu viðurskiftunum við Evropa í handilsmálaráðnum, mælti beinleiðs til, at føroyskar fyritøkur og myndugleikar komu á vitjan, so samskifti kundi fáast í lag um ymsar samstarvsmøguleikar.

Vilja keypa fisk beinleiðis úr Føroyum

Umboðini fyri CARIBEX løgdu tíðliga kortini á borðið og søgdu, at teir vistu ikki so nógv um føroyska fiskaframleiðslu, men høvdu nú funnið útav, at teir keypa fisk úr Føroyum – eitt nú laks og saltfisk. Men hann verður keyptur gjøgnum spanskar, portugisiskar og kinverskar sølukanalir. Teir ynsktu alt fyri eitt at fáa samband við føroyskar útflytarar, so farast kundi undir beinleiðis innflutning úr Føroyum.

Marknaðurin, teir hugsaðu um í fyrsta lagi, er fiskur til vaksandi ferðavinnumarknaðin, sum setir krøv til rávøru av høgari góðsku. Marknaðurin er ikki stórur, men veksur skjótt, tí ferðavinnan er í stórum vøkstri. Laksurin fyllur nógv, og saltfiskur og høgguslokkur er eisini eftirspurdur. Síðan eru onnur fiskasløg við meiri eksotiskum nøvnum so sum Mahi mahi, Merluza, Fogonero og Basa.

Í øðrum lagi kann eisini makrelur vera áhugaverdur, tí tað er fiskur, sum er væl umtóktur millum kubanar.

 

Menna fiskaframleiðslu og selja kvotur

Kubanska fiskimálaráðið sýndi eisini áhuga fyri samstarvi og menningí aðrar mátar innan fiski- og alivinnu. Fiskivinnuvirksemið hjá teimum snýr seg mest um hummara og rækjur, sum eisini sæst aftur á øllum matstovum og í útflutningstølunum.

Teir hava ongi skip av týdningi og hava hug til at skipa joint ventures og management-avtalur av einum hvørjum slag, sum kann vaksa um virðisøkingina í fiski- og alivinnuni. Hesar vinnur fylla ikki nógv í dagsins Kuba, m.a. tí landgrunnurin er lítil og sjógvurin heitur.

Kuba eigur eina toskakvotu við Flemish Cap, sum portugisar hava fiskað fyri teir seinastu árini undir eitt ára avtalum. Hóast CARIBEX ikki umsitur kvotuna, so vildu teir kanna, hvørt føroyingar kunnu bjóða seg fram til at fiska kvotuna við Flemish Cap.

Fiskimálaráðið og uttanríkis- og vinnumálaráðið hava fingið frágreiðing um áhugan hjá kubanum fyri samhandli og samskifti við føroyska vinnu og myndugleikar.

Á hvørjum ári er ein EXPO ráðstevna og messa í Havanna. Í ár liggur hon fyrst í november, og upplýsingar fáast á hesi leinkjuni http://foro.feriahavana.com/es/. CARIBEX, sum stendur fyri øllum handli við fiski, tekur eisini lut á messuni.

Christiansborg, 2. oktobur 2016.

Magni Arge, fólkatingsmaður

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad