Lýsing

Aftursvar til Bárð á Steig Nielsen

Bárður á Steig Nielsen skrivar í lesarabrævið, at hendan samgongan er búskaparpolitiskt ábyrgdarleys, og at nú er longu vandi á ferð! Harumframt ákærir hann okkum fyri ikki at vilja lurta eftir búskaparfrøðini, og biður okkum hyggja at skjótt vaksandi sethúsaprísum.

 

Um hann hevði rætt, og vit valdu at seta ferð á og ignoreraðu serfrøðini,  so var rakstrarvøksturin ikki bara 1,8% komandi ár, men væl hægri.

Valdu vit harumframt at halda okkum til íløguætlanina, sum undanfarna samgonga samtykti, so vóru íløgurnar góðar 50 milliónir hægri í ár, enn tær eru. Men hetta fingu vit broytt, tí vit lurtaðu eftir serfrøðini. Eisini hava vit valt at tálma íløgunum fyri komandi ár við umleið 10% -í mun til tað sum undanfarna samgonga ætlaði. Tí vit lurtað eftir serfrøðini!

 

Bárður hevur sjálvur royndir sum fíggjarmálaráðharri frá 2004 til 2007, og veit  nokk, hvussu umráðandi tað er at lurta eftir serfrøðini.  Men í staðin fyri at taka í egnan barm, og brúka seg sjálvan sum dømi, so  ger Bárður gjøldur burturúr politikkarum, sum sótu í 1980-unum; – eini tíð tá ið serfrøðin var veik, búskapartøl fátøk og miðfyrisitingin evarska lítli.

Men onki nýtist  Bárði at fara 30 ár aftur í tíðina fyri at finna ræðumyndir.  Hann kann bara gera sum Búskaparfrágreiðingin, sum júst er útkomin, ger, og brúka sína egnu tíð sum fíggjarmálaráðharri (2004 til 2007) sum ræðumynd.

Búskaparfrágreiðingin biður okkum fyri alt í verðini ikki endurtaka gongdina frá serliga 2005 til 2007.

Teir vísa á, hvussu BTÙ vøksturin hesi árini var drivin av innlendskum eftirspurningi, sum var stýrt av lánifíggjaðum vøkstri.  Hetta vóru árini, tá ið tiltiknu DJ-lánini vóru boðin út, og tú kundi fáa skattafrádrátt um tú keypti partabrøv.

Og um sethúsaprísirnar verður skrivað soleiðis, at ”…hesir eru næstan á sama støði sum í 2007…”  og tað  “…vísir, at eitt slag av bløðru varð blást upp fram til 2007, og sum brast fram til 2009. ‘Bløðran’ vísti seg serstakliga í húsaprísum í Tórshavnar kommunu, …”

 

Men hvussu er og ikki, so er neyðugt at hava vakið eygað við gongdini, læra av fortíðarfeilum, sum vit øll hava verið partur av so ella so, og tryggja haldføri bæði stuttsiktað og langsiktað.  Øll vilja vit landinum tað besta.  Men tað er ymiskt hvussu sterkur ryggurin er, serliga í góðum tíðum. Nú eru uppgongutíðir aftur, men tær halda ikki á í fleiri ára tíggju, kanska bara í stutta tíð. Vit vita tað ikki.  Vit eru í stóran mun stýrd av fortreytum, vit ikki eru harrar yvir. T.d. oljuprísi, alheimsrentu, og náttúrutilfeingi. Gongur okkurt av hasum skeivan vegin, so ávirkar tað búskapin hjá okkum ógvusliga beinanvegin.

Men lurta vit sum politikkarar eftir serfrøðini og við hjálp av henni taka støðu út frá okkara egnu niðurstøðum, so kunnu vit ikki gera tað nógv betri. Beint nú er avbjóðingin at tálma gongdini og halda aftur.  Og tað gera vit.

Latum okkara vóna, at andstøðan er atfinningarsom, men at hon viðvirkar konstruktivt.

 

 

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad