Lýsing

Kjakkvøld í Sólarmagnshúsinum

“Vit lurta”

Mikukvøldið 28. sep. kl. 19-21.

Í sambandi við, at kommunuvalið stendur fyri durum, skipar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum kjakkvøldi í Sólarmagnshúsinum mikukvøldið 28. september kl. 19.

 

Nú síðsta hond í hesum døgum verður løgd á endaligu valskrá floksins, ynskja valevnini at gera sær eina mynd av, hvørjir tørvirnir eru á teimum ymisku politisku økjunum í kommununi.

Endamálið við fundinum er at práta við og hoyra, hvat fólk á Velbastað og í Kirkjubø hava av vónum til eitt nýtt býráð eftir valið. Nøkur fólk eru biðin um at siga nøkur orð á fundinum; hetta eru fólk sum antin búgva ella virka her. Tey fara at siga frá gerandisdegi teirra, um kommunalar tænastur, góðar og ringar, og hvørjar vónir tey hava til eitt komandi býráð.

Býráðslimir og valevnir eru við á fundinum

Skrá:

·        Marin Katrina Frýdal, býráðslimur og valevni bjóðar vælkomin og greiðir frá býráðsarbeiðinum og um valið og valskránna.

·        Konny Nolsøe Zachariasen, Kirkjubø

·        Eyðfinnur í Búðini, Velbastað

·        Sølvá Patursson, Kirkjubø

·        Joan Neshamar, fyrstilærari í Velbastaðar skúla.

·        Sigmund Signarsson, Rib62 niðri á Bakka á Velbastað

Kjak og drekkamuður.

 

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfealg

Deil hesa grein umvegis
468 ad