Lýsing

Sirið Stenberg svarar § 52a fyrispurningi um bróstkrabbatoymi á LSH

Svar  upp á fyrispurning nr. 6/2016 eftir § 52a í tingskipanini um bróstkrabbatoymið á Landssjúkrahúsinum frá Anniku Olsen, løgtingsmanni

 

Spurningurin var soljóðandi:

 

  1. Eru ætlanir um at niðurleggja vælvirkandi bróstkrabbatoymið á Landssjúkrahúsinum?
  2. Er ætlanin at avtaka møguleikan hjá føroyskum kvinnum at fáa viðgerð fyri bróstkrabba í Íslandi?

 

Svar:

 

Til nr. 1 og 2:

Sambært Landssjúkrahúsið hevur Landssjúkrahúsið ikki nakað ávíst bróstkrabbatoymi, ið tekur sær av bróstkrabbasjúklingum, men verða hesir sjúklingar sendir til Íslands í viðgerð á eina klinikk, ið Landssjúkrahúsið hevur avtalu við.

Viðgerðargongdin í sambandi við bróstkrabba hjá kvinnum er einki broytt í mun til, hvussu hon hevur verið higartil, og ongar ætlanir eru um at gera nakrar broytingar.

Er illgruni um bróstkrabbamein hjá eini kvinnu, verður hon altíð kannað og útgreinað av serlækna, sum Landssjúkrahúsið altíð hevur at taka sær at hesum.

Landssjúkrahúsið hevur ongar ætlanir um at enda samstarvið við klinikkina í Íslandi. Tvørturímóti hevur Landssjúkrahúsið í hesi vikuni (viku 38/2016) gjørt av at leingja samstarvsavtaluna við klinikkina í Íslandi, soleiðis at væl dámdi íslendski skurðlæknin, sum seinastu 7 árini hevur tikið sær av at skurðviðgera kvinnur úr Føroyum fyri bróstkrabbamein, eisini framyvir fer at taka sær av hesum viðgerðum.

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 23. september 2016

Sirið Stenberg

landsstýrismaður

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad