Lýsing

Vestara bryggja er og skal vera miðdepil fyri tænastur til sjóvinnuna

Tað virksemi, ið kemur inn í tómu bygningarnar á økinum, skal sampakka við og kunna liva lið um lið við verandi virksemi.

Ein gamal havnarmaður, sum eigur nógv sporini niðri á Vestaru Bryggju, plagdi at siga, at Havnin var blivin teir beru blomsturkassar. Men blomsturkassarnir følna í mun til hugskotið, ið var frammi herfyri um at gera hotell, vatnland og rusjibanar í gomlu Saltsøluni og Bacalao! Í sjálvum hjartanum á tí økinum, har stórur partur av øllum virksemi knýtt at sjónum í Havn fer fram:
Skip landa, taka útgerð og trol, proviantera, bunkra olju/vatn, gera manningarskifti, verða umvæld, fara á beding, umframt egning og alivirksemi. Bryggjukanturin er lívsæðrin hjá vinnuni.

Tað er hørð kapping um hvat av teimum dýru, tómu húsakeypunum er størsta skandalan hjá sitandi býráðsmeiriluta. Men frammaliga í kappingini man vera 100milliónirs glashúsið á Vestaru Bryggju, sum enn stendur tómt, tí tað ikki hevur eydnast at finna leigarar.

Upprunaliga ætlanin um Sjóvinnuhús, ið hýsti fyritøkum, ið veita maritimar tænastur, var frálíkt. Men tað hevur ikki eydnast og í desperatión fyri at bjarga projektinum eru uppskotini til hvat húsið skal brúkast til blivin alt meira fantastisk. Eitt tað síðsta var hotell og baðiland!

Hóast tað var um reppið, so hava vit tíbetur ikki gjørt sama mistak sum summir aðrir býir uttanlands, har sjóvinnu virksemi má víkja fyri hotellum, caféum og íbúðum á bryggjukantinum. Í Havn gleðast fólk um lívið og virksemið, sum skipasmiðjan og hinar fyritøkurnar á Vestaru Bryggju geva býnum og tú sært javnt og samt ferðafólk standa hugtikin og eygleiða arbeiðið á plássinum.

Fyri Tjóðveldi hevur tað avgerandi týdning, at Vestara Bryggja framhaldandi verður halgað til virksemi, ið er tengt sjónum. Á bryggjuni er eitt ýðjandi lív alt samdøgrið, har starvast eini 2-300 fólk, og umleið 50 nýggj arbeiðspláss eru komin seinastu árini. 444 skip løgdu at bryggju í 2015 og fyritøkurnar umseta fyri 7-800 mió kr.

Tí er hevur tað stóran týdning, at tað virksemi, ið kemur inn í tómu bygningarnar á økinum, sampakkar við og kann liva lið um lið við verandi virksemi.

Gunvør Balle, býráðsvalevni

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad