Lýsing

Kommunurnar á Facebook

Tað er ikki nógmikið hjá eini kommunu í dag bara at hava eina heimasíðu sum kunningaramboð.

Tað vísa m.a. mongu viðmerkingarnar í hesum døgum frá valevnum, sum vilja virka fyri størri opinleika og gjøgnumskygni í síni kommunu.

Hetta kann loysast uttan stórvegis hóvasták.

Kommunurnar eiga sjálvandi at vera við har, sum borgararnir eru. Og ein stórur partur av borgarunum eru í dag á Facebook.

So hví ikki stovna eina Facebook-vangamynd, eins og kommunurnar í grannalondum okkara langt síðani hava gjørt?

Í Danmark vísa kanningar, at borgararnir við stórum áhuga fylgja dagføringunum hjá sínari kommunu á hesum sosiala miðlinum.

Vilja hoyrast

Hetta verður tikið sum eitt ítøkiligt ynski um at verða tikin við upp á ráð og hoyrdur.

Borgararnir vilja fegnir frætta tíðindi frá síni kommunu.

Ikki neyðturvuliga hvønn dag og alla tíðina.

Men borgarar, ið fylgja síni kommunu á sosialu miðlunum, vísa á henda hátt, at teir fegnir vilja frætta um nýggj átøk frá kommununi.

Og teir vilja fegnir hoyrast og geva sítt íkast til somu átøk.

Sostatt er hetta avgjørt nakað, sum kommunurnar eiga at umhugsa at taka til sín.

Ikki minst tí Facebook gevur møguleika fyri at koma í samband við teir borgararnar, ið kommunan ikki vanliga kemur á tal við: tey ungu.

Meginparturin av teimum ungu millum 18 og 29 ár hevur eina vangamynd á Facebook.

Við øðrum orðum er hetta ein upplagdur møguleiki hjá kommunum at koma í samband við tey, og hetta hevði styrkt um fólkaræðið og møguliga eisini umdømið.

Fleiri fyrimunir

Onkur spyr kanska, hví kommunurnar skulu brúka tíð á sosialu miðlunum.

Hetta krevur fólk, og borgararnir fáa longu sum er ta kunning, teir hava brúk fyri, á heimasíðunum.

Svarið er, sum nevnt omanfyri, at kommunurnar eiga at vera har, sum borgararnir eru.

Og meginparturin av teimum hevur eina vangamynd á Facebook.

Her kann kommunan t.d. fáa íkast frá familjunum til broytingar í svimjihøllini, bussleiðini og sum heild veita borgarunum eina tænastu við betri, skjótari og meiri miðvísari kunning um tað, ið rørir seg.

Kommunan hevur her eisini møguleika at taka broddin av atfinningum, sum ikki slepst undan koma inn í tíð og ótíð, tá borgararnir kenna seg villleiddar í sambandi við t.d. skúlaafturlatingar, byggimál og vegarbeiði.

Styttri avgreiðslutíð

Verður rætt atborið, kann hjáveran á Facebook kanska enntá minka um tíðina, kommunurnar í dag brúka upp á at svara áheitanum frá borgarunum – serliga tann dagin býarbørnini fara at deila og kjakast um tíðindini á sínum egnu síðum.

Økta kunningin og samskiftið kann sostatt vera við at at styrkja tilknýtið hjá borgarunum, sum í dag búgva og rinda skatt í kommununi. Og hvør veit, sum frálíður kann tað kanska eisini slóða fyri tilflytarum og nýggjum fyritøkum.

Er nakað at bíða eftir?

Leivur Hansen, 
býráðsvalevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad