Lýsing

Havnar Telvingarfelag og hølisviðurskiftini

Øll eru ovurfegin, errin og glað stórmeistarans vegna. Talvsamband Føroya, Havnar Telvingarfelag, telvarar, familja og mong onnur fegnast saman við stórmeistaranum og landsliðnum um bragdið í Baku. Og tað er sanniliga nakað at fegnast um.

Í kjalarvørrinum mæla talvserfrøðingur og fyrrverandi formaður, millum annað, til betri hølisviðurskifti. Onnur mæla eisini til betri hølisviðurskifti. Eg eri samdur! Allir telvarar í Føroyum mæla til betri hølisviðurskifti til Havnar Telvingarfelag.

Núverandi høli Havnar Telvingarfelags, “Talvhúsið”, varð tikið í nýtslu í 1970. Henry Olsen, sáli, lat grundstykki og limirnir og sjálvboðin bygdu húsini. Longu 10 ár seinni vóru fukt-trupulleikar – tað var ikki neyðugt at siga hvar ein hevði verið um ein hevði verið eina løtu í Talvhúsinum – lukturin sat í klæðunum dagin eftir. Og soleiðis hevur tað verið síðani. Havnar Telvingarfelag eigur húsini, men orka er ikki til viðlíkahald og tørvin á umvælingum.

Seinastu árini hevur, so at siga, eingin telving verið í Talvhúsinum. Limirnir eru húsvillir og telvingin er farin fram í skúlum í Havn, á Argjum og í Hoyvík. Kappingar og heimadystir í liðkappingini eru har tað er pláss. Søgulig virði eiga einki heim og felagslívið er ikki sum tað var.

Samskiftið hevur verið við mynduleikarnar um trupulleikan, men til fánýtis.

Í 2023 fyllir Havnar Telvingarfelag 100 ár – elsta telvingarfelagið í landinum. Tíðin er búgvin til at  Tórshavnar kommuna telvar seg til eina loysn og rættir Havnar Telvingarfelag eina hjálpandi hond nú felagið hevur givið kommununi ein stórmeistara.

Tí ætli eg mær at arbeiða fyri eftir komandi býráðsval.

 

Jóannes Guttesen, valevni á lista E til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

 

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad