Lýsing

Størri samskifti við borgararnar

 

Eitt livandi kommunalt fólkaræði krevur meiri luttøku frá borgarunum enn bara at fara á val fjórða hvørt ár.

Kommunustýrið er nær við og umsitur tær uppgávur, borgararnir eru mest áhugaðir í.

Hetta gevur borgarunum góðar møguleikar til aktivt at fylgja við og siga sína meining.

Fyrimunurin við kommunustýrinum er politiski nærleikin.

Kommunala fólkaræðið kann geva borgarunum møguleikar fyri eini virknari luttøku og ikki bert at velja millum politisku flokkarnar og valevnini.

Opinleiki er ein avgerandi fortreyt fyri hesum.

Avbjóðingarnar og trupulleikarnir hjá kommununi skulu leggjast opið fram.

Hvat eru stóru avbjóðingarnar? Hvørjum trupulleikum arbeiðir kommunan við í løtuni? Hvørji hugskot hava politikararnir? Hvørjar avgerðir taka teir, og hví?

Lætt atkomiligt

Tað skal vera lætt atkomiligt hjá einstaka borgaranum at fáa upplýsingar um tey kommunalu viðurskiftini, hann er áhugaður í.

Uttan mun til, um talan er um eitt mál, sum embætisfólk og politikarar halda vera týdningarleyst.

Í einum fólkaræðisligum samfelag finnast ikki myndugleikar, ið hava rætt til at gera av, hvat borgararnir skulu hava áhuga fyri.

Tað sama er galdandi mótvegis fjølmiðlunum.

Dagsskráir skulu vera almennar, so tann uppmerksami borgarin og fjølmiðlarnir kunnu taka einstøk mál til viðgerðar.

Men langar dagsskráir eru ikki tað mest stimbrandi fyri almennum kjaki. Politikkur kann gerast meiri spennandi við at taka einstøk mál ella evni upp til umrøðu.

Tað týdningarmesta er, at bæði ítøkiligir trupulleikar og prinsipp verða tikin fram, at borgararnir kunnu uppliva engageraðar politikarar, og at borgararnir sleppa til orðanna og verða hoyrdir.

Nýggir kjakhættir

Vanligir borgarafundir kunnu enn savna nógvar áhoyrarar, um evnið hevur týdning fyri teirra gerandisdag.

Men ikki øll evni fáa fólk av húsum. Tí er umráðandi at hugsa um nýggjar kjakhættir.

Og her eiga møguleikarnir við alnótini at verða gagnnýttir. Politikarar kunnu t.d. heita á borgararnar um at koma við viðmerkingum til viðurskifti, teir hava serligan áhuga fyri ella innlit í.

Kommunustýrið er ein týdningarmikil politiskur pallur.

Tó eru fundir við eini langari røð av málum ikki altíð serliga stimbrandi. Tvørturímóti kunnu teir vera beinleiðis svøvnligir, um flestu málini verða avgjørd uttan orðaskifti, tí alt er avgreitt frammanundan á afturlatnum nevndarfundum.

Hetta kann gerast øðrvísi.

Týdningarmikil mál kunnu t.d. fáa tvær viðgerðir í kommunustýrinum, har tann fyrra verður brúkt til at fáa prinsipiell sjónarmið fram og seinna til at taka avgerð.

Eisini kann meiri opinleiki skapast um viðgerðina í sjálvum nevndunum.

Skulu tæna borgarunum

Almenningurin skal ikki bíða til avgerðin er tikin. Tað endar ofta við almennum álopum og verjurøðum.

Betri er við konstruktivum orðaskiftum, áðrenn avgerðir verða tiknar. Tess fyrr, tess betri.

Politikararnir mugu tryggja, at bæði teir sjálvir og almenningurin fáa upplýsingar um týdningarmikil mál, ið eru á veg.

Í hesum sambandi eiga politikararnir at krevja, at starvsfólk í umsitingini umframt at lýsa trupulleikarnar eisini leggja alternativar loysnir fram.

Politikarar og embætisfólk eiga ikki at gloyma, at tey eru sett í verðina til at tæna borgarunum – og ikki øvugt.

Tjóðveldi fer í næstu setu at leggja doyin á at fáa meiri opinleika og gjøgnumskygni á Vaglinum.

Leivur Hansen,

Býráðsvalevni á Lista E

 

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad