Lýsing

Magni umrøddi flogmál við ES-ráðharra

Magni umrøddi flogmál við ES-ráðharra
Á fundi í fólkatinginum fríggjadagin hitti fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi, Magni Arge, ráðharran fyri ferðslumálum hjá Evropa Samveldinum, Violetu Bulc, sum segði seg vera sinnaða at koma til Føroya at vitja.

Violeta Bulc greiddi frá ferðslumálunum, sum ES viðger í løtuni. Sjóneykan er serliga sett á flogferðslu í ár, og tey arbeiða við ætlanum um at menna flogferðsluna og flogferðsluídnaðin í Europa, sum skulu leggjast fram til samtyktar í 2017.

Í Danmark hevur ferðslumálaráðharrin, Hans Christian Schmidt, eisini gjørt av at leggja dentin á flogferðslumál, og skal hann leggja eina strategiska ætlan fyri flogferðslumenning í Danmark fyri fólkatingið í januar 2017.

Hetta arbeiðið kann eisini fáa týdning fyri Føroyar, tí loftferðslumál eru ikki yvirtikin og verða tí umsitin í danska ferðslumálaráðnum.

Ikki viðgjørt føroyska luttøku í loftferðslusamstarvi
Upp á fyrispurning um, hvørja støðu ES kommissiónin hevur til málið um, at Føroyar gerast partur av felags evropeiska loftferðslusamstarvinum, European Common Aviation Area, segði Violeta Bulc, at málið er ikki komið til viðgerðar í Bruxelles, tí tað liggur enn í danska ferðslumálaráðnum. Umframt ES lond eru eisini Ísland, Norra og fleiri lond á Balkan við í samstarvinum.

-Eg greiddi henni frá, hvussu avbjóðandi viðurskiftini rundan um flogferðslu kunnu vera í Føroyum, og at ES-fyriskipanin um endurgjald í sambandi við seinkingar eru gjørd eftir viðurskiftum á meginlandinum, meðan avbjóðingarnar á fjarskotnum plássum ofta eru nógv størri orsakað av veðri og topografiskum umstøðum, sigur Magni Arge.

Á størri plássum ber til at flyta ferðafólk við øðrum flogfeløgum, skipum, bussum og bilum fyri at stytta bíðitíðina, meðan tað á fjarskotnari økjum tekur longri tíð at fáa ferðsluna í rættlag, tá okkurt er áfatt, tí onki alternativ er til høvuðsleiðina.

Sinnað at koma til Føroya

ES-ráðharrin skilti væl, at stigini, sum eru tikin til at regulera viðurskiftini á stórplássum, hóska ikki altíð til smápláss við avbjóðandi umstøðum, tí hon hevði sjálv verið á Isle of Barra á Hebridunum og fingið sjón fyri søgn á flogvøllinum har.

– Violeta Bulc er sinnað at viðgera mál, sum hava týdning fyri Føroyar á ferðsluøkinum bæði innan loftferðslu og sjóferðslu,og hon er eisini sinnað at koma til Føroya at vitja, sigur Magni Arge, sum hevur kunnað landsstýrið um fundin.

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad