Lýsing

Vit tryggja kósina…

Tjóðveldi hevur hetta seinasta býráðsskeiðið verið í samgongu, avrikslistin er langur og hugaligur, og samgongusamstarvið hevur gingið væl.

Sjálv havi eg staðið fyri, at eldraøkið fekk góða byrjan í kommunuhøpi og varð forsvarliga latið samtakinum Norðoya Búð- og Heimatænastu, og drúgv tilgongd hevur tryggjað eina smidliga gongd á eldraøkinum. Síðan samtakið er farið at virka, hevur dentur verið lagdur á demensøkið, ein alsamt meira krevjandi partur av gerandisdegnum.

Vit hava gjørt okkara egnu lokalu demensætlan við støði í landsætlanini. Skipað verður fyri stórum demenstiltaki í Klaksvík 24. september, og vit gera faldarar í hvørt hús við upplýsing um demens. Serliga minnisveikum monnum hevur tørvað tilboð, og eitt vælumtókt tiltak hevur verið at leigað Dragan, so menn og kvinnur, sum hava hug, kunnu fara í bát í tryggum umstøðum. Hetta hevur dámt serliga monnum væl, og í heyst vera fleiri túrar bjóðaðir -eisini við dorg.

 

Á havna- og vinnuøkinum hava vit arbeitt eftir tí leisti, at yvirskotið av økinum skal fella aftur til økið, og harvið gerst hugaligari at hjá teimum, ið starvast á havna- og vinnuøkinum at fá burturúr. Alt virksemi kommununnar hesa setuna hevur verið fíggjað uttan lántøku, og seinastu tvey árini hava vit framflutt á vinnuøkinum, so vit nú eru til reiðar at fara undir stóru verkætlanina á vágni. Í vetur verða fyrstu stigini tikin til maritima depilin vid nýggjum og tídarhóskandi bátabrúgvum, sølutorgi til teirra, ið dríva smávinnu vid fugli, fiski og aðrari durasølu. Eitt fjálgt maritimt umráði til bátar og fólk, til at leggja Dragan, til sjósvimjing o.a. aktivitetir.

Vit hava longt bryggjuna við Sleipistøðina og fingið hana lidna. Í løtuni verur akfarsskrái gjørdur í havnini í Svínoy, so svínoyingar kunnu fáa oljubil, bukkubil o.a. størri bilar í oynna eftir tørvi. Tá liðugt er, verur ikki longur tørvur á at fáa oljuna út í tunnum, og svínoyingar sleppa undan sjálvir at stoyta í tangan. Saman við Hvannasunds kommunu hava vit eisini framt batar við bryggjuna í Hvannasundi til ferðandi til Fugloyar og Svínoyar.

 

Bústaðir hevur eisini verið mítt beinleiðis virkisøki í kommununi, og stóra verkætlanin á vágni er eitt megnartak, kommunan hevur fingið í lag saman við Bústaðir. Avbjóðingin er nú at fáa virksemi í niðastu hædd, so miðbýurin av álvara kann taka skap, og smávinna kann leita sær góðar karmar í miðbýnum. Og somuleiðis skal doyðin leggjast á at fá alla verkætlanina framda, so tún, vøkstur og timbur fram við sjógv -alt er liðugt, tá íbúgvarnir komandi summar flyta inn.

Men vit steðga ikki her. Alt eigur at gerast, til tess at fleiri ibúðir verða bygdar í kommununi, bæði til ung, lesandi, barnafamiljur og eldri.

 

Og enn er als ikki komið á mál á vinnuøkinum. Vinnupolitikkur við støði í drúgvari kanning av vinnulívinum í Klaksvík er á gáttini. Væl orðaður og skipaður vinnupolitikkur skal tryggja, at samskifti í millum vinnu og kommunu verður dygdarbetri, at vinna og kommuna ganga upp aftur betri saman í samstarvi. Onki er at ivast í, at Klaksvíkar Kommuna eigur framyvir at bjóða vinnusamskipara, so vinnulívið fær styrkt seg upp aftur meir og økið gerst áhgaverdari at menna.

 

Norðhavnin eigur at gerast bæði størri og sjónligari havn, og hetta økið eigur alt at nútímansgerast við vinnuni sum slóðara, tí vinnan kennir egnan vinnuveg. Alt økið er nú arbeiðstøkt, men nógvir batar kunnu fremjast. Í samlag (partnership) við vinnuna skulu karmarnir framtíðartryggjast, og tá størsta kommunala fíggingin í løtuni, skúlin, er framd, so eigur Norðhavnin at vera næst.

 

Mangt, mangt annað er eftir at gera í Klaksvíkar kommunu. Vilt tú hava góðu gongdina at halda fram, so vil eg fegin gera mítt til at halda kósina -at skapa framhaldandi vøkstur og menning.

 

Óluva Klettskarð

 

 

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad