Lýsing

Magni Arge vil hava søgulig føroysk skjøl heim

Føroysku upprunaskjølini á Arnamagnianska savninum í Keypmannahavn eiga at vera heimtikin til Føroya, so føroyskir granskarar kunnu fáa ágóðan av teimum. Tað heldur Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi.

Donsk kanning hjá greiningarfyritøkuni Struensee og co. mælir til at spara burtur bygningin, har Arnamagnianska savnið heldur til, og harvið er ivi um tilfarið, millum annað søguligt upprunatilfar av føroyskum kvæðum, skal varðveitast ella beinast burtur.

– Um danska stjórnin hevur so lítlan ans fyri føroyskum siðaarvi, so er tað einasta rætta at fáa hesi skjøl heim áðrenn ov seint er, sigur Magni Arge.

Millum søguligu skjølini er eitt nú Fugloyarbók, ið verður mett at vera ein týdningarmikil partur av føroyskari kvæðasøgu. Hon bleiv handað Arnamagnianska savninum í 1909 sum partur av bókmentaligu leivdunum eftir V.U. Hammershaimb.

Samstundis hevur eisini verið umrøtt at spara føroyskt sum lærugrein burtur á universitetinum í Keypmannahavn. Hetta heldur føroyski fólkatingslimurin vera óheppið og samsvarar ikki við fráboðanina hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharra, at vaksa um áhugan fyri Føroyum og Grønlandi.

– Hetta snýr seg um einasta undirvísingarstarv í danska lestrarumhvørvinum, sum verður brúkt til at granska og undirvísa í føroyskum. Fyri okkum hevur tað sjálvandi stóran týdning at vit sjálvi gera nógv burtur úr gransking og frálæru í Føroyum, men eg síggi eitt stórt virði í, at tað eisini verður granskað í føroyskum uttan fyri Føroyar, sigur fólkatingslimurin fyri Tjóðveldi.

Deil hesa grein umvegis
468 ad