Lýsing

Vælferð heldur enn skattalætta

1.oktober skulu kommunurnar leggja fram uppskot til fíggjar- og íløguætlan fyri næsta ár.

Sum skilst eru røddir frammi her í kommununi um at lækka skattaprosentið, helst í eini roynd at tekkjast veljarunum, nú tað stundar til kommunuval.

Vónandi letur ein meiriluti í sitandi býráð seg ikki freista til at fara uppí hetta kórið.

Fyri tað fyrsta hava vit sum er eitt skattaprosent (19,75%), sum liggur undir miðal av kommunuskattaprosentinum fyri alt landið.

Í øðrum lagi er stórur partur av pengunum í kommunukassanum longu oyramerktur til eina røð av íløgum, m.a. Skúlan á Fløtum, Musikkskúlan og Tórsvøll.

Talan er um íløgur upp á tilsamans eina hálva miljard krónur ella so (havnarútbyggingin ikki íroknað).

Haraftrat kann roknast við, at væl omanfyri 100 miljónir krónur verða settar av til  nýggjar íløgur næsta ár (t.d. 50 m langhyl).

Samstundis eru ætlanir um at bøta um viðurskiftini á eldraøkinum, dagstovnaøkinum, bústaðaøkinum og tekniska økinum.

Og omaná alt hetta koma so allar tær lógarbundnu útreiðslurnar.

Hvar skal sparast?

Øllum eigur at vera greitt, at ein skattalækking fer at raka okkurt av hesum økjum.

Tí hevði ikki verið annað enn rætt og rímiligt, at borgararnir fingu at vita, hvussu ætlanin er at fíggja hesa skattalækking, áðrenn krossurin skal setast 8. november.

Hvar verður neyðugt at spara?

Hvaðani skulu pengarnir takast frá?

Verður skatturin lækkaður við einum hálvum prosentstigi, kostar tað kommunukassanum einar 15 miljónir krónur.

Lækkar skatturin eitt prosentstig, fær kommunukassin góðar 30 miljónir krónur minni inn í skatti næsta ár.

Sostatt ber ikki til at lækka skattin, uttan at hetta rakar onkunstaðni.

Eftir mínum tykki hevði verið skilabetri at havt sum mál at minka um umsitingarútreiðslurnar, har tað ber til, og at veita bestu tænastuna fyri skattakrónurnar.

Borgararnir fremst

Tjóðveldi setir borgararnar fremst í Tórshavnar kommunu.

Vit vilja ansa væl eftir kommunukassanum, men játta pengarnar, har teir gera mun.

Tær íløgur, ið eru skilagóðar og neyðugar, verða gjørdar.

Næsta býráð skal virka fyri, at børnini, ungdómurin, familjurnar og eldru borgararnir fáa uppaftur betri umstøður og tænastur.

Leivur Hansen,

býráðsvalevni á Lista E

 

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad