Lýsing

Sirið Stenberg fær vitjan av grøndlendskum ráðharra

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur bjóðað grønlendska ráðharranum í náttúru,- umhvørvi og orku, Mala Høj Kúku á vitjan. Hann kemur við embætisfólkum sínum mánadagin, og varir vitjanin til hósdagin, 8. september.

Føroyar og Grønland hava fleiri felags áhugamál og fara at hava gagn av samstarvi landanna millum, tá talan er um umhvørvi og orku. “At knýta sambond og styrkja um samstarvið, fer at gagna báðum londunum”, sigur Sirið Stenberg.

Løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin hava fyrr í ár gjørt samstarvsavtalur á fleiri økjum landanna millum, m.a. innan umhvørvið og orku. Harafturat er ein samstarvsavtala gjørd millum Grønland og Føroyar, sum er frá 2008, sum snýr seg um samstarv á umhvørvis- og klimaumráðnum.

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad